ST ásett altjóða vesidag

19. november er ásettur sum altjóða vesidagur fyri at varpa ljós á gloymdar heilsutrupulleikar.

Hjá ST eru tey væl greið yvir, at fólk fara at flenna og skemta um nýggja altjóða dagin, skrivar dr.dk.

- Eg eri vísur í, at látur fer at hoyrast millum fjølmiðlar og fólk annars, tá tey frætta, at ST hevur ásett henda altjóða dagin, segði ST-umboðið Mark Neo úr Singapor undan aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum í gjár.

- Tey eru vælkomin at flenna. Serliga um tey viðurkenna, hvussu skaðiligt tað er at tiga henda trupulleika burtur um vantandi reinføri og líkinda vesiumstøður, leggur hann aftrat.

Tað er Singapor, sum hevur tikið málið upp í ST, har Jack Sim leingi hevur virkað fyri at bøta um saniteru viðurskiftini í heiminum. Fyri hetta hevur hann verið eyknevndur Mr. Toilet.

Altjóða vesidagurin varð einmælt samtyktur á ST-fundinum.

Mark Neo vísir á, at 2,5 milliardir fólk um allan heim liva við ongum saniteti. 1,1 milliard fólk hjálpa sær sjálvum undir opnum himli.

Sambært ST høvdu 200.000 børn verið bjargað hvørt ár, um allir heimsins íbúgvar fingu vesi.

Jan Eliasson, sum er varaaðalskrivari í ST, rósar hugskotinum hjá lítlu oynni um vesi til øll.

- Skipað vesiviðurskifti eru ein spurningur um grundleggjandi virðing, sigur hann.