ST-trygdarráðið fer at umrøða álopini úr Iran

ST-trygdarráðið fer væntandi at taka støðu til eina yvirlýsing um iransku álopini á Bahrein, Jordan, Kuwait, Oman, Katar, Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini

Í dag heldur ST-trygdarráðið snarfund, har ráðið fer at umrøða iransku álopini á Gofl-londini.

 

Á fundinum fara ein røð av londum væntandi at leggja fram eitt uppskot um eina ST-yvirlýsing sum fordømir hesi álop.

 

Væntandi fer ST-trygdarráðið at taka støðu til iransku álopini á Bahrein, Jordan, Kuwait, Oman, Katar, Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini.

 

Í hesum førinum snýr tað seg um iransk álop á sivilfólk og sivila undirstøðukervið í londunum, sum hava kostað ósekum menniskjum lívið.

 

Iran heldur fram við at senda rakettir og dronur móti Ísrael og grannalondunum við Persaraflógvan.

 

- Álopini halda fram, hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at samráðingar eru millum USA og Iran um at fáa ein enda á krígnum.

 

Hetta skriva útlendskir miðlar í dag.