Føroyar-Grønland 30-27
(17-13)
Tað var við stórum spenningi, at fólk sóu fram til teir tríggjar landsdystirnar, sum Føroyar skuldu leika móti Grønlandi.
Eftir at vit so at siga einki A-landslið hava havt seinastu árini, bert ein lítil hálvhjartað roynd miðskeiðis í nítiárunum, skuldi skjøtil nú setast á eitt nýtt tíðarskeið. Eitt tíðarskeið, sum vónandi skal fáa føroyskan hondbólt upp á sama støði, sum hann var seinast í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum.
Áskoðarafjøldin kundi tó helst verið nakað størri, men, sum høvdu leitað sær niðan á Nabb, sóu Føroyar og serliga Heina Joensen fáa eina dreymabyrjan.
Jóhan á muni
Tað vóru ikki leiktir meira enn einir tríggir minuttir, tá hevði Heini langað bóltin í grønlendsku meskarnar tríggjar ferðir, og tá Jóhan samstundis tók sær av tí, sum varð tveitt móti honum, so lá bara heilt væl fyri hjá okkara monnum.
Grønlendingar, sum kanska vóru eitt sindur ferðamóðir, stríddu seg tó inn aftur í dystin, og tá fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, høvdu teir tikið seg upp á javnleik.
Føroyska liðið raknaði tó við aftur, og millum annað takkað verið stórspæli frá Inga Olsen, megnaðu teir at vinna seg fýra mál fram um grønlendingar, áðrenn farið varð til hálvleiks.
Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði tað í løtum sæð mest sum ov lætt út, og onkrir av mest bjartskygdu áskoðarunum tosaðu um, at hetta kundi endað við stórsigri til Føroyingar.
So galið gekk tað tó ikki, men rættuliga spenningur kom ongantíð aftur í dystin, tí okkara menn megnaðu alla tíðina at halda muninum.
Í álopsspælinum var tað serliga Ingi Olsen, sum gjørdi um seg, har hann átók sær dupultan leiklut sum bæði spælskipari og skothóttan.
Harumframt var Sámal Joensen eisini komin á vøllin móti endanum av fyrra hálvleiki, og fríggjakvøldið var kanónin rætt innstillað.
Sjálvur taldi eg átta skot, sum risin úr Vestmanna sendi móti málinum, og av hesum fóru ikki færri enn sjey í netið. Sanniliga eitt sera flott avrik frá Sámali, men hinvegin skal eisini sigast, at grønlendsku málverjarnir ikki stóðu seg serliga væl fríggjakvøldið.
Øðrvísi var statt í hinum endanum, har Jóhan Danielsen vardi føroyska málið. Fleiri ferðir í vetur hava áskoðararnir hjá StÍF sungið »Vit eiga føroya besta málmann«, og fríggjadagin var greitt, at hesir hava grein í sínum máli.
Jóhan stóð snøgt sagt ein ótrúliga góðan dyst, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann var stóri munurin millum liðini bæði henda dagin, og mundu flestu áskoðararnir helst vera á einum máli um, at um liðini høvdu skift um málverjar, hevði vinnarin av dystinum ikki verið hin sami.
Móti endanum av dystinum gjørdi grønlendska liðið aftur ein vørr, men tvey brakandi undirhondsskot frá ávíkavist Heina og Bjarna sytgdu fyri, at føroyska leiðslan varð varveitt. Serliga vakurt var skotið hjá Bjarna, tá hann við einari rørslu bæði loftaði og skeyt bóltin, uttan at grønlendski málverjin hevði nakran møguleika at verja fyri.
Stóðu royndina
Føroyska liðið stóð sostatt fyrstu royndina, og í so máta var einki at finnast at. Eftir dystin var tó sjálvandi greitt, at enn eru nógvir lutir, sum kunnu betrast, og annað var heldur ikki væntandi.
Í álopspartinum tóktist tað so, at alt ov nógv av spælinum varð skipað soleiðis, at annar av bakkunum skuldi endað álopið. Sera sjáldan vóru tað vengurnir, sum hótti verjuna, hóast vit í Hans Áka hava ein frálíkan vinstra vong, sum veruliga megnar at bróta ígjøgnum.
Á høgra vongi leikti Petur Martin Poulsen, og hóast hann royndi at stríðast fyri seg, so var rættuliga sjónligt, at hann ikki er vanur at leika á hesum plássi.
Heldur ikki hevur hann neyðuga kvikleikan, soleiðis at hann veruliga kann hótta beinleiðis mótleikara sín. Róm varð tó ikki bygt eftir einum degi, og Petur Martin hevur tíðina fyri sær, so einki er at ivast í, at hann kann mennast enn meira.
At tað sostatt nærum bert vóru miðspælararnir og bakkarnir á føroyska liðnum, sum veruliga hóttu grønlendska málið, gjørdi tó kanska ikki so nógv, tí skotstyrkin hjá føroyingum á hesum plássum er somikið góð, at hetta var nóg mikið til at søkka grønlendsku skútuna.
Mangla vinstru hondir
Sum nevnt var tað serliga Sámal, sum var effektivur fríggjadagin, men tað var so sanniliga eisini ein fragd at síggja Inga, tá hann við kvika fótskiftinum megnaði at skapa sær sjálvum rásarúm.
Við Heina er eitt sindur øðrvísi. Sjey mál er í sjálvum sær rættuliga gott, men vert er eisini at leggja til merkis, at hann kanska var tann føroyski leikarin, sum hevði flest royndir móti málinum.
Harumframt kom tað fleiri ferðir fyri, at hann var atvoldin til, at føroyska spælið steðgaði upp, tá hann einsamallur royndi at bróta ígjøgnum verjuna. Helst kemst hetta tó eisini av, at Heini ikki fekk nóg mikið av hvíld undir dystinum. Meðan vit í Áka, Sámal og partvíst Bjarna hava nakrar frálíkar vinstra bakkar, er verri statt við plássinum hjá Heina. Í løtum varð Sámal tó nýttur á hesum plássi, uttan at tað sá út til at nerva hann nakað serligt, men einki er at ivast í, at føroyska liðið væl kundi havt eina sterka vinstru hond afturat.
Verjuspælið hjá føroyingunum kundi ikki metast sum nøktandi fyrsta dystin. Tað sigur eisini eitt sindur, at hóast Jóhan sýndi satt stórspæl í málinum, megnaðu mótstøðumenninir at skorað 27 ferðir.
Grønlendska álopsspælið gekk nevnliga nógv skjótari enn tað føroyska, og hóast tað av og á kom heldur lítið burtur úr kvika spælinum, so var týðuligt, at føroysku leikararnir skuldu venja seg við ferðina.
Hvussu var og ikki, so var føroyska avrikið nóg gott til at basa grønlendska liðnum. Fleiri vóru tó tey, sum væntaðu, at dysturin leygardagin fór at gerast nakað torførari, tí grønlendingarnir vóru so at siga komnir av Flogvøllinum til Ítróttarhøllina fríggjadagin. Hvussu mundi fara at gangast, tá teir høvdu havt rættuligar stundir at koma fyri seg.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Føroyar: Ingi Olsen 8, Sámal Joensen 7, Heini Joensen 7, Bjarni Wardum 3, Hans Áki Dahl Christiansen 2, Áki Olsen 1, Petur Martin Poulsen 1, Bárður Brimvík 1
Grønland: Peter Sikemsen 7, Hans P. Poulsen 7, Rasmus Larsen 4 (1), Hans Knudsen 3 (1), Niels Poulsen 2, Carsten Olsen 2, Kim Hovgaard 2
Brotskøst:
Føroyar 2, Grønland 4
Útvísingar:
Føroyar 6, Grønland 2
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen