Søgurnar um, hvussu nógv menniskju grøðingar- og prædikumaðurin Hans Berntsen og kona hansara Inge hava grøtt, tykjast ongan enda at hava. Seinastu 20 árini hava tey bæði ferðast kring heimin og biðið fyri sjúkum, sum eftir øllum at døma eru vorðin fullkomiliga frísk aftur. Nú hevur trúarrørslan Aqua Vitae enn einaferð fingið Berntsen hjúnini til Føroyar at halda møti kring landið. Vit vóru við á møtinum í Getsemane í Klaksvík mánakvøldið.
Lang bíðirøð
Eftir eina lovsangsløtu byrjaði Hans Berntsen møtið við at tosa um, hvat fór at verða avgerðandi fyri, hvussu kvøldið fór at eydnast. Treytin fyri, at Guds lekjandi hond kann náa tann sjúka, er, at tú letur teg upp fyri honum. Hinvegin hevur Gud ongar favorittar, og tí skuldu øll kenna seg vælkomin at leita sær frelsu og grøðing hjá Gudi gjøgnum seg, segði grøðingar- og prædikumaðurin.
Síðani greiddi Hans frá eini nærum endaleysari røð av dømum um álvarsliga sjúk fólk, sum vórðu grødd á hansara møtum. Krabbmeinsknyklar í bróstinum og bruni í tjúkktarminum eru horvin sum døgg fyri sól, eftir at Hans bert eina ferð hevur lagt sína hond á sjúka staðið á kroppinum. Fólk, sum nærum hava verið kryplað av gikt, hava fingið fullan rørsluførleika aftur, og ikki færri enn 10 børn á intensivari deild á einum barnasjúkrahúsið í Ukraina vórðu útskrivað, eftir at Hans hevði biðið fyri teimum.
Nú var túrurin so komin til tey, sum vóru møtt á grøðingarmøtinum í Getsemane í Klaksvík. Og tey hildu seg ikki aftur. Eftir bert lítlari løtu rakk bíðirøðin frammanfyri Hans og Inge heilt út til dyrnar í salinum. Ein tann fyrsti, sum slapp framat var ein ungur drongur, sum leið av ovurviðkvæmi og finnum á hondunum. Hans streyk hondina eftir finnunum og byrjaði at biðja
- Góði Gud, eg biði teg fáa sjúkuna hjá hesum unga drongi at hvørva, bað Hans, og so var túrurin komin til tann næsta. Og soleiðis hildu fólk á at seta seg í stólin frammanfyri grøðingarmanninum í meir enn ein tíma.
Hans og healarar
Ein av teimum, sum bað Hans biðja fyri sær, var ein ung kvinna, sum leingi hevði havt eina afturvendandi pínu fyri bringuna. Aftaná spurdu vit hana, hvussu hon nú kendi seg.
- Eg føldi, at pínan byrjaði at fjarða burtur, beinanveg hann legði hondina á bringuna á mær. Eg trúgvi veruliga, at tað ber til at fremja undur uppá hendan mátan. Við hoyra um so nógv ótrúlig dømi og fleiri, sum sjálvi eru vorðin grødd, hava persónliga greitt mær frá tí. So jú, eg trúgvi veruliga, at hetta ber til, sigur kvinnan. Hon leggur tó afturat, at fyri hana er tað ongin ivi um, at tað er Jesus, sum grøðir ígjøgnum Hans, tí onki menniskja kann taka sær æruna av tí, tá slík undur henda.
- Tað kann bara Jesus, sigur kvinna avgjørd á málinum.
Fyri 20 árum síðani høvdu fólk uttan iva hildið alt hetta við grøðing vera nakað mystiskt nakað, sigur Hans. Men soleiðis er ikki longur. Í síni leitan eftir eini andligari síðu av lívinum eru fólk samstundis vorðin nógv meir opin fyri alternativum grøðingarhættum. Sambært Hans kann hansara máti at arbeiða uppá als ikki samanberast við healarar av ymsum slagi, sum ikki byggja sítt virksemið á Guds orð. Seinnu árini tykist tað tó, sum at alsamt fleiri av hesum healararnum venda sær til fólk, sum Hans, í vón um frelsu, so tey kunnu byrja at arbeiða í tráð við Guds orð. Serliga hevur kona Hans í dag eitt fínt samstarv við alternativar healarar, sum fyrr vóru vantrúgvandi.
Ung samkoma
Hetta er fyrstu ferð, at trúarrørslan Getsemane í Klaksvík hevur vitjan av Hans og Inge Berntsen. Samkoman er tann yngsta í Klaksvík, og byrjaði í smáum í 1998, har tey hildu bønarmøti heima hjá hvørjumøðrum. Seinnu árini er rørslan tó vaksin nakað, so hon í dag telur eini 50 limir, og hava tey nú eisini fingið egin høli at halda møti í.
André Matras er pastor í samkomuni og tað er hann, sum tekur avgerðir í samráð við limirnar og hevur evstu ábyrgdina av virkseminum á møtunum. Spurdur um, á hvønn hátt hendan rørslan víkir frá kristiligum samkomum í Klaksvík annars, sigur André, at hetta er einasta rørsla í býnum, sum praktiserar náðigávur, millum annað grøðing og tungutalu, og samstundis er óheft av kirkjuni. Eitt av eyðkennunum við samkomuni er, at ein sera stórur partur av limunum eru ungdómar. Hesi standa oftast fyri sanginum og tónleikinum á møtunum. Samkoman skipar nevniliga eisini fyri frálæru í tónleiki umframt regluliga sunnudagsskúlan og bønarmøtini, sum eru fleiri ferðir um vikuna.