Støðuleysir tingmenn

Lógin um viðgerð av persónsupplýsingum verður ikki broytt í hesi tingsetuni. Formaðurin í Rættarnevndini, Jógvan á Lakjuni, valdi heldur at súlta málið enn at bera tað ófullfíggjað til 2. og 3. viðgerð. Uppskotstillarin, Høgni Hoydal, dugir ikki at síggja tað sum annað, enn at tingmenn ikki tora at taka eina støðu


Lógin um viðgerð av persónsupplýsingum, sum løgtingið samtykti í 2001, er sambært løgmálaráðharranum ikki nóg greið í sínum máli um flyting av persónsupplýsingum av landinum. Tí valdi hann fyrr í ár at leggja eitt broytingarupskot fyri tingi, ið ásetur við lóg, hvussu spurningurin um útflutning av persónsupplýsingum til onnur lond skal handfarast..
Men hóskvøldið gjørdist endaliga greitt, at broytingaruppskotið ikki kemur aftur úr rættarnevndini í hesi tingsetuni. Formaðurin í nevndini hevur valt at leggja seg á málið, tí hann metir tað vera ov fløkt at taka støðu til í eftir so stuttari viðgerð.
Tað áliggur soleiðis enn sum áður løgmálaráðharranum at kunngera um, hvussu mannagongdir skuldu vera, tá ið persónsupplýsingar fara av landinum.
 
Tora ikki at taka støðu
Tað royndi Høgni Hoydal í fjør, tí hann metti ikki nýggju GjaldSkipanina hjá Elektron vera er í tráð við galdandi lóggávu, men fekk nógv ímóti sær.
Eftir stórt trýst frá vinnuni, serliga frá teimum báðum størstu peningastovnunum og Elektron, valdi løgmálaráðharrin, Høgni Hoydal, at sleppa ætlanini um at kunngera og fór ístaðin niðan í tingið við broytingaruppskotinum til lógina um viðgerð av persónsupplýsingum. Broytingaruppskotið er í sama anda sum ætlaða kunngerðin, men tó minni víðgongdt. Nú málið er súltað, heldur Høgni Hoydal, at lobbyarbeiðið hjá ávísum peningastovnum eisini hevur forðað tingviðgerðini av broytingaruppskotinum, og tað er hann rættiliga harmur um.
- Eg dugi ikki at síggja tað, sum nú hendir, sum annað enn tingmenn ikki tora at taka eina støðu til hetta málið, og tað er ikki nøktandi. Tað verður lagt eitt stórt trýst á tingmenninar frá ávísum peningastovnum, men tað eigur ikki at forða tingmonnunum í at taka eina greiða støðu fyri ella ímóti uppskotinum, sigur ein ónøgdur Høgni Hoydal.
 
Ivi alllan vegin
Tingsins vilji var allatíðina ivasamur í hesum máli, og tað er hann enn. Tað eru skjótt tveir mánaðir síðan at uppskotið var til 1. viðgerð og varð beint í rættarnevndina 10. mars, men tá løgtingið hevði sín seinasta tingfund í gjár, var málið enn ikki komið aftur úr nevndini og hervið fall tað burtur.
Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum er formaður í rættarnevndini. Hann hevur allatíðina sagt seg ivast í, hvat rættast er at gera í hesum málinum, og hósdagin, dagin undan seinasta tingfundi, var hann enn í iva. Hósmorgunin helti hann tó til at koyra uppskotið í tingið í evstu løtu til 2. og 3. viðgerð, og boðaði limunum í rættarnevndini til fundar klokkan 9 fríggjamorgunin, ein tíma áðrenn tingfundin. Men sama kvøld ringdi hann aftur til umboð fyri flokkarnar og avlýsti fundin. Harvið var greitt, at uppskotið ikki kemur aftur úr rættarnevndini, og harvið fellur tað burtur í hesi tingsetuni.
Ella sum Jógvan á Lakjuni sjálvur sigur tað:
- Eg havi valt at súltað málið.
 
Ov stutt tíð
Sambært Jógvani á Lakjuni hevur rættarnevndin havt ov stutta tíð at seta seg nøktandi inn í málið.
- Málið er snøgt sagt ikki búgvið at koyra niðan í tingið aftur. Vit hava havt nógv fólk inni til hoyringar, men eg kann bara ásanna, at eg ikki enn kenni meg nóg vísan í, hvat er rættast at gera, sigur Jógvan á Lakjuni, sum leggur afturat, at um uppskotið fór til 2. viðgerð í gjár, hevði tað verið við einum kravi um, at tað varð endurskoðað í komandi tingsetu. Ein greið ásannan av, at støðan hjá rættarnevndini til uppskotið var ógreið.
Ta frágreiðingina gevur Høgni Hoydal, løgmálaráðharri, ikki nógv fyri. Eftir hansara tykki hava fleiri størri og torførari mál verið viðgjørd uppá styttri tíð, og er sannførdur um, at tað er ein spurningur um politiskt dirvi.
- Tað er ov lætt at siga, at man ikki rættiliga veit hvat man skal halda. Eg meini at løgtingið skyldar okkum øllum at taka eina støðu. Við onga støðu at tora at taka lata tingmenn tað vera upp til tilvildarligar peningastovnar at tulka lógina um persónsupplýsingar sum teimum lystir. Tað er ikki haldbært, sigur Høgni Hoydal.
Løgtingið fór í summarfrí eftir tingfundin í gjár. Tað ber tó til at kalla løgtingið saman aftur og broytingaruppskotið er prinsipielt ikki burturdottið fyrr enn á ólavsøku. Men tað er óvanligt at tingið savnast aftur í úrtíð.