Arctic Viking, sum fiskar rækjur á Grand Bank, bunkraði í farnu viku í Ný Founlandi.
- Tað er ein góður mánaði, síðan Artic Viking byrjaði túr á Grand Bank, og nú hava teir stívliga hálva last, skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.
Lagt verður aftrat, at Arctic Viking gjørdi fleiri góðar túrar á Grand Bank í fjør. Tá landaðu teir rækjurnar á Hafnafirði í Íslandi, og sambært heimasíðuni verður tað gjørt aftur í ár.
Myndina av Arctic Viking eigur www.skipini.fo