Kommunuval hevur verið. Færri kommunur eru, nú valið er av, men nógvar nýggjar staðbundnar nevndir.
Tað er ivaleyst bæði rætt og rímiligt at leggja kommunur saman í størri eindir. Fyri tann skuld skulu bygdirnar ikki hvørva av føroyakortinum, men heldur varðveita síni eyðkenni, staðanøvn og alt annað, ið hoyrir bygdini til. Ein staðbundin nevnd skuldi kunnað vart bygdina í so máta, og verið góð í ráðum hjá kommunala myndugleikanum.
Síggi í bløðunum, at bygdirnar í Tórshavnar kommunu á valinum 9. nov. hava valt sínar nevndir. Men vit í Hoyvík, størstu bygdini í kommununi, hava ongantíð fingið tann møguleikan. Og søgan er henda:
Fyri fjórðingsøld síðan tóku markatalsbygdin Hoyvík og niðursetubygdin Hvítanes seg burtur úr Tórshavnar uttanbíggja kommunu og løgdu saman við Tórshavnar kommunu. Ikki øll vóru so fegin um tað tá, tí vit vistu, hvat vit høvdu, og ikki hvat vit fingu.
Við samanleggingini var avtalað ein Hvítanesnevnd fyri Hvítanes og ein ráð-leggingarnevnd fyri Hoyvík. At tey, sum samráddust um samanleggingina, gjørdu mannamun á grannabygdunum báðum, tyktist beinanvegin so løgið.
Í okkara ráðleggingarnevnd vóru vald fólk, sum kendu Hoyvíkina og hoyvíkshagan, áðrenn nøkur húsagrund var í haganum, og at kalla øll, ið hava sitið í hesi nevnd, eru fødd og uppvaksin í Hoyvík ella í Hoydølum.
Ráðleggingarnevndin í Hoyvík fekk kort úr Havnini yvir allar útstykkingar í Hoyvíkshaganum fyrstu árini og gjørdi so uppskot til gøtunøvn og royndi at varðveita tey fáu staðanøvn, sum vóru í haganum. Síðan var farið í søguna, fyrst í bygdarsøguna og síðan í føroyasøguna. Men gøtunavnanevndin í Tórshavnar kommunu góðtók ikki altíð uppskot frá staðbundnu nevndini og verri enn so. Og tað var nevndin í Havn, sum hevði síðsta orðið at siga, áðrenn bý-ráðið setti nøvn á.
Í dag man vera lítið lurt-að eftir, hvat staðbundna nevndin í Hoyvík sigur, tí gøtunøvnini í seinastu út-stykkingunum í Hoyvíkshaganum eru ein hurlivasi, sum ikki fylgir teimum ætlanum, sum hoyvíkingar høvdu. Tað síggja øll, sum hava fylgt eitt sindur við, og sum kenna føroyasøguna og leistin, ráðleggingarnevndin alla tíðina hevur arbeitt eftir.
Soleiðis er skilið í Hoyvík. Hetta er eitt sindur løgið, tí tveir teir seinastu borgarstjórarnir í Tórshavnar kommunu hava bygt sær hús í hoyvíkshaganum og aðrir býráðslimir við. Teir áttu at fylgt við, hvussu arbeitt verður í hesum parti av kommununi.
Um tað nú verður gøtunavnanevndin í Havn, sum fer at seta gøtunøvn á gøtur í Nólsoy, Hesti, Kirkjubø og á Velbastað, fer tíðin at vísa. Men nú er ein lóg, sum sigur, at nøvn skulu setast á hvørja gøtu í hvørjari bygd. Og gøtunavnanevndin í Havn eigur nú í hvussu so er seinasta orðið í hesum bygdum. Mær er sagt, at í Kollafirði er ein Kollafjarðarnevnd og eisini ein gøtunavnanevnd, sum er ráðgevandi hjá gøtunavnanevndini í Havn.
Um okkara lokala ráðleggingarnevnd í Hoyvík so er ein gøtunavnanevnd, sum skal leiðbeina gøtunavnanevndina í Havn, so skuldu vit í hvussu so er eisini havt eina Hoyvíksnevnd so sum kommunustýrislógin heimilar, og sum so verður vald á valstaðnum, tá kommunuval er, eins og tað verður gjørt aðrastaðni í kommununi.
Men í Hoyvík og eisini á Argjum átti at verið nóg mikið við gøtunavnanevnd, sum vóru javnstillaðar við gøtunavnanevndina í Havn, tí Hoyvík og Argir eru mestsum partar av stóreindini. Hinar bygdirnar eru hóast alt longri burtur frá miðjuni og hava tí eisini onnur áhugamál at røkja. Eri púra samd við tí, Sámal Matras Kristiansen skrivar í Skáanum í dag 12. nov. um staðbundnu nevndirnar. Tað hevur alt at siga, hvussu politikarar og serliga starvsfólkið hjá kommununi vilja samarbeiða við tey, sum bara eru ráðgevandi.
? ? ?
Og eitt aftrat. Tað er ikki sjáldan at hoyra fólk, sum búgva í Hoyvík, Hoydølum ella á Argjum, siga, at tey búgva í Havn. Tað bæði argar og ørkymlar. Tá so Havnin verður skrivað á brøv við gøtunavni í Hoyvík, so kann ein postmaður fara at ivast í, hvat postøki eigur brævið. Her má vend koma í.