Nærvarpið "Staðið" í Vestmanna ger nógv burturúr, nú bátastevna er í Vestmanna.
Páll Hellu, Pauli Magnussen og Bogi Olsen frá nærvarpinum fara at senda á FM 101 frá klokkan 21 í kvøld. Byrjað verður við vestmannatónleiki frá klokkan 20.40.
Ætlanin er at senda fram til klokkan eitt í nátt. Páll Hellu greiðir frá, at ætlanin er bæði at spæla nakrar vælumtóktar samrøður, sum hava verið sendar áður, umframt beinleiðis tilfar frá sjálvari bátastevnuni.
Lagið er annars gott í Vestmanna. Veðrið hevur verið til vildar, og nógvir bátar og kampingvognar hava lagt leiðina til Vestmanna.