Staðfest: KVF vísir U21 HM-bronsudystin Føroyar-Svøríki

Hanus Samró hevur staðið fyri stórfingnari innsavnan av peningi, ið fíggjar sjónvapsrættindini

Tað er staðfest í skránni

Øll kunnu síggja søguliga U21 HM-bronsudystin millum Føroyar og Svøríki í Katowice.

 

Dysturin verður vístur á KVF. Sendingin byrjar klokkan 15.30, og dysturin byrjar klokkan 16.

 

Tað er Hanus Samró, ið hevur staðið fyri stórfingnari innsavnan fyri at fíggja rættindini til bronsudystin.

 

Á facebookvanga sínum skrivar Hanus Samró:

 

Fíggingin komin í hús

 

Føroysku hondbóltsdreingirnir hava ikki bara skrivað heimssøgu, men teir hava skrivað seg í føroysku hjørtuni við skjótum, tekniskum og rúnarbindandi hondbólti.

 

Tíverru vóru tað ikki ølll, ið høvdu møguleika at síggja serstakliga spennandi og søguligu hálvfinaluna móti Portugal fríggjakvøldið, tí dysturin mátti keypast umvegis heimasíðuna hjá Solidsport.

 

Av tí at Kringvarpið ikki hevur rættindi til hondsbóltsdystirnar hjá U-21, var farið í gongd við at savna pengar inn, soleiðis at søguligi bronsudysturin móti Svøríki sunnudagin kann vísast í Kringvarpinum.

 

Fíggingini er komin í hús. Talan er um 29 fyritøkur og 5 kommunur, ið hava tikið stig til at stuðla søguliga bronsudystinum.

 

Nú manglar bara tekniski parturin, men hann kemur væntandi í rættlag skjótt. Sum støðan er nú, er tað tí nógv, ið bendir á, at søguligi bronsudysturin móti Svøríki verður vístur í Kringvarpinum.

 

Til gleði og gagn fyri allar føroyingar.

 

Hesi stuðla søguliga bronsudystinum:

 

- Fishfacts

- OY

- Poul Hansen Heilsøla

- Mowi

- Sunda Kommuna

- Eysturkommuna

- Faroe Ship

- 62N Ferðaskrivstova

- Vága kommuna

- Varðin

- Hilton Garden Inn Faroe Islands

- Vónin

- Runavíkar Kommuna

- P/F Poul Michelsen

- skalkur.fo

- Smyril Line Føroyar

- Magn

- Voxbotn

- SMS

- Atlantic Airways

- Havnar Bio

- Føroya Bilasøla

- Christian í Grótinum

- Effo

- Klaksvíkar kommuna

- Føroya Tele

- Nema

- Framskák

- Samskip

- Vest Pack

- Rasmussen bussar

- Thomas Dam Intersport

- Simme Musikkhús

 

Tað er staðfest í skránni