Av politistøðini í Havn verður sagt, at vikuskiftið hevur verið framúr friðarligt. Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Havn fríggjadagin og vórðu 22 fráboðanir skrivaðar. Hesar snúðu seg einamest um, at fólk tosaðu í fartelefon meðan tey koyrdu og at nøkur høvdu gloymt koyrikortið eftir heima. Ferðsluátak var eisini í Kollafirði, og har vóru 21 bilar skrásettir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, og hesir fáa allir bót. Ein bilur varð tikin fyri at koyra 98 km/t í bygdum øki, og stendur hann til eina treytaða frákenning av koyrikortinum.