Eftir at farmaskipið Eystnes hjá Smyril Line leygarkvøldið kom úr Drammen í Noregi við maskinum og ymiskari útgerð, sum skal brúkast í arbeiðnum at byggja Eysturoyartunnilin, komu fyrstu maskinurnar í morgun úr Runavík og yvir á Strendur.
- Nú eru fyrstu maskinurnar komnar upp á pláss, bæði við tunnilsmunnan (har hesin skal verða) og niðri á Langanesi, skrivar Sjóvar kommuna á sínari heimasíðu í dag.
Á heimasíðuni - www.sjovarkommuna.fo - liggja eisini nakrar myndir av boriútgerð, stórum dumparum og øðrum maskinamboðum.
Fyri jól byrjaði eisini fyrireikingararbeiði á og rundan um gamla hondbóltsvøllin undir Haraldsheyggi á Strondum.
- Fólk og maskinur hava í eina tíð gjørt økið klárt til at taka ímóti gestum, sum koma at arbeiða í Eysturoyartunlinum. Økið hevur fingið eina nýggja innkoyring, og fundament eru stoypt, soleiðis at klárt er at seta íbúðir og kantinu omaná.
Í Sjóvar kommunu vita tey at siga, at tilsamans 24 íbúðir skulu setast upp, og ætlandi skal arbeiðsfólkið sova og eta á hesum søguliga staði, sum tey taka til í Sjóvar kommunu.
- Sum heild eru fólk sera spent upp á hesa verkætlan, har Sjóvar kommuna fer at broyta status - frá at vera ein útjaðari til at verða ein miðdepil, sum tey siga í Sjóvar kommunu.