Føroyahúsið í Keypmannahavn hýsar fjølbroyttum og almennum hátíðarhaldi og 75 ára føðingardag fyri Stanley Samuelsen fríggjakvøldið 1. mai 2026 við stuðlum, fleiri aktørum, gestum, sjálvbodnum kreftum og stórum fyrireikingum. Tiltakið er ókeypis.
Stanley er framvegis virkin við konsertum bæði privat og alment í Føroyum og í Danmark, har hann hevur búð í 56 ár.
Konan Merete Messmann hongur væl í við at stuðla, bóka, koyra v. m.
Saman gleða tey seg til stóra føðingardagin og eru sera takksom fyri dygga stuðulin úr Fuglafirði og úr grannabygunum.
Trubadururin og útisetin Stanley Samuelsen fekk vakrasta heiður á tónleikatiltakinum FMA 2026, umfram tríggjar aðrar áður prísir. Sí meira á: https://facebook.com/events/s/75-ara-f%C3%B8%C3%B0ingardagur-og-hati%C3%B0a/26605056195786095/
Kelda: ESJ











