Tvey ættarlið av sera dugnaligum og sermerktum tónleikarum úr Fuglafirði fara at hava felags konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði næsta fríggjakvøld klokkan 22.
Hetta er eitt ókeypis tiltak í sambandi við mentanarvikuna, sum byrjar í Fuglafirði í morgin.
Stanley er kendur í Føroyum og er eisini væl umtóktur í norðurlondum við sínum sermerkta stíli og flotta guitarspæli.
Jógvan Joensen er eitt ungt og evnaríkt stjørnuskot úr Fuglafirði. Hann hevur nógv upp á hjarta og er sera nærlagdur í sínum framførslum.
Tað er serliga sangurin Hope And Laughter hjá Jógvani Joensen, sum hevur verið nógv at hoyra.