Starvsfólkini fingu mest

Meðan tað hjá flestu privatu íleggjarunum gjørdist ógvuliga smábýtt, keyptu starvsfólkini í Føroya Banka upp til 94.500 kr. í partabrøvum, uttan at verða skerd Í prospektinum, sum varð gjørt undan søluni, stóð at lesa, at strembað varð eftir, at starvsfólk í bankanum kundu tekna seg fyri 500 partabrøvum, uttan at hetta tal varð skert, hóast ein yvirtekning varð.

Hetta í sjálvum sær er einki óvanligt, men neyvan hevði nakar ímyndað sær eina slíka yvirtekning, sum talan gjørdist um.

Vit hava ikki fingið váttað frá leiðsluni í bankanum, um starvsfólkaparturin varð skerdur. Men frá álítandi keldum hava vit fingið upplýst, at tað varð hann ikki.

Tað vil siga, at fyrstu 94.500 kr., sum eitt starvsfólk í Føroya Banka hevur teknað seg fyri, verða seldar uttan nakra skerjing.