Tað var borðreitt við kaffi og køkum, tá Hvalbiar kommuna í síðstu viku heiðraði starvsfólk.
Talan var um starvsfólk í barnagarðinum, kvøldskúlanum, vaskifólkum og arbeiðsfólki annars.
Hesi vórðu øll heiðrað fyri trúgva tænastu fyri Hvalbiar kommunu, eins og ynskt varð nýggjum starvsfólkum tillukku við størvunum.
Við løtuna handaði borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, starvsfólkunum eisini blómur og gávur.
Á heimasíðuni - www.hvalba.fo - síggjast fleiri myndir, sum tiknar vórðu á heiðursløtuni fyri starvsfólkunum.
##med2##