Starvsfólk til Tórshavnar Privata Vistarheim.

Á Vistarheiminum eru tvey størv leys til setan. Setanarbrøkurin verður fyri bæði størvini eftir avtalu og kann verða millum 0,8 og 1,0. Arbeiðið er í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og náttarvaktir. Bæði størvini eru føst størv.

 

 

 

Søkt verður eftir starvsfólki við heilsufakligari útbúgving ella royndum frá líknandi starvsstøðum. Størvini verða sett skjótast til ber.

 

 

 

Vistarheimið er eitt sambýlið og heim hjá fólki við sálarligum og sosialum sjúkum og avbjóðingum. Eitt heim har dentur verður lagdur á, at menna og stimbra og skipa ein innihaldsríkan dag fyri húsfólki.

 

 

 

Vit søkja eftir fólki ið eru fleksibul og tolin av lyndi og hava hug at arbeiða har eingin dagur er eins og har oftani má hugsast kreativt. Umsøkjarar sum hava royndir innan psykiatriska øki ella royndir frá líknandi sambýlum hava fyrimun.

 

 

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

 

 

 

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Asbjørg Jacobsen leiðara, telefon 213381.

 

 

 

Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir ella til teldupostaddressu: asbjorgja(at)av.fo

 

 

 

Umsóknir skulu vera vistarheiminum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. oktobur 2024.