Starvsfólk til Tórshavnar Privata Vistarheim.
Á Tórshavnar Privata Vistarheimið á Argjum eru tvey størv leys til setan skjótast gjørligt.
Vistarheimið er sambýli og heim hjá fólki við sálarligum og sosialum sjúkum og avbjóðingum. Eitt heim, har dentur verður lagdur á at menna og stimbra og skipa ein innihaldsríkan dag fyri húsfólki.
Um størvini
Talan er tvey størv. Annað er fast starv og hitt er eitt eittára farloyvisstarv. Størvini verða sett skjótast til ber.
Setanarbrøkurin í báðum størvunum kann vera millum 0,8 og 1,0. Tó kann avtala gerast um lægri setanarbrøk, um umsøkjarin ynskir tað.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og sovandi náttarvaktum.
Førleikar
Søkt verður eftir starvsfólki við heilsufakligari ella námsfrøðiligari útbúgving ella við royndum frá líknandi starvsstøðum.
Vit søkja eftir fólki, ið eru fleksibul og tolin av lyndi og hava hug at arbeiða, har eingin dagur er eins og har oftani má hugsast kreativt. Umsøkjarar sum hava royndir innan psykiatriska økið ella royndir frá líknandi sambýlum kunnu hava fyrimun.
Løn- og setanarviðurskiftir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.
Umsókn og freist
Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir ella til teldupostaddressu: LailaA(at)av.fo
Umsóknir skulu vera Tórshavnar Privata Vistarheimi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21.08.2026.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Lailu Askham leiðara, telefon 213381.










