Eitt møguligt harðskapsmál í Havn

- Vit hava fingið nøvn og myndir. Nú skulu vit hava neyvari frágreiðingar um tað, sum hendi, sigur løgreglan

 

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini var undanfarna nátt ikki ein av teimum mest buldrasligu.

- Tað eru nógv smáting. Okkurt prutl fekk bót fyri, at ljósini ikki vóru í lagi, onkur var komin upp at kjakast í býnum og onkur, sum var farin inn í skeiv hús, varð blakaður útaftur.

Vaktleiðarin sigur, at her var einki, sum hevði nakra skuldseting við sær.

Tað er tó ein hending í nátt, sum kann fara at fylla nakað hjá løgregluni næstu tímarnar ella dagarnar.

- Tað er eitt møguligt harðskapsmál við eitt skeinkistað í Havn, sum vit ikki hava fingið fulla greiði á enn. 

Vaktleiðarin sigur, at her hevur onkur fingið skaða í høvdið og varð sendur á Landssjúkrahúsið.

- Tá vit komu á staðið, fingu vit ymiskar frágreiðingar um hendingina, har onkur segði eitt, og annar segði eitt annað.

Løgreglan fer at tosa við fólk, sum vóru til steðar, tá hendingin fór fram, men her verður helst neyðugt at bíða, til fólk eru vorðin edrú.

- Vit hava verið á staðnum, og vit hava fingið nøvn og myndir. Nú skulu vit hava neyvari frágreiðingar um tað, sum hendi, og hví viðkomandi fekk skaða í høvdið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.