Suðurafrikanski landsliðsspælarin Jayden Adams er deyður, bert 25 ára gamal.
Tað upplýsir ítróttamálaráðharrin í Suðurafrika, Gayton McKenzie, sambært AFP.
– Tað er við stórum skelki og tungum hjarta, at eg havi fingið boðini um deyða Jayden Adams. Suðurafrikanskur fótbóltur hevur mist eitt av sínum størstu ungu talentunum, sigur ráðharrin.
Deyðsorsøkin er framvegis ókend.
Løgreglan upplýsir sambært AFP, at hon hevur sett kanningar í verk, eftir at líkið varð funnið í einum húsum í Cape Town. Málið verður nú kannað nærri.
Jayden Adams spældi allar tríggjar bólkadystirnar hjá Suðurafrika í HM-endaspælinum, men sat uttanfyri, tá liðið tapti móti Kanada í 16-part finaluni.
Samanlagt spældi miðvallarin níggju landsdystir fyri Suðurafrika, síðani hann fekk landsliðsdebut í januar 2024.
Á felagsliðsstigi spældi hann fyri Mamelodi Sundowns. Hann byrjaði yrkisleiðina hjá Stellenbosch FC.











