Kringvarpið hevur sett nýtt fólk at byrja 1. februar. Starvsmannafelagið skilur ikki hetta, tí onkur av koyrdu fólkunum hevur journalistiskar førleikar Enn er ikki endaliga greitt, hvat Starvsmannafelagið fer at gera við ætlanirnar hjá Kringvarpinum at seta nýtt fólk í starv á Degi og Viku. støðan er, at eitt fólk longu sett, og viðkomandi byrjar 1. februar.
Hinvegin arbeiðir Starvsmannafelagið framvegis við at finna eina loysn viðvíkjandi fólkunum, sum er koyrd í Kringvarpinum. Men Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, heldur tað vera løgi, at ein stovnur, ið hevur loyst fólkum í starvi, nú setur nýggj fólk.
- Hoyringsfreistin hjá starvsfólkunum, sum er loyst úr starvi í Kringvarpinum er um einar tvær vikur og fyri ta tíð, koma vit við onkrum svari, sigur Selma Ellingsgaard. Hon leggur dent á, at hetta ikki er eitt persónsmál, men eitt prinsipielt mál fyri Starvsmannafelagið.