Statoil 11 milliardir í yvirskoti fyrsta ársfjórðing

Teir høgu oljuprísirnir síggjast aftur á botnlinjuni hjá oljufeløgunum. Tað mest virkna oljufelagið á føroyaøkinum, Statoil, hevði eitt yvirskot aftaná skatt upp á 11 mia. kr.

Hetta kunngjørdi felagið í morgun. Talan er ein øking uppá 11% í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør. Úrslitið er nógv ávirkað av, at oljuprísirnir eru hægri fyrsta ársfjórðing í ár í mun til í fjør.

Statoil er eitt av teimum stóru altjóða oljufeløgunum, sum hava økt sítt virksemi á føroyaøkinum síðstu tíðina. Felagið hevur bundið seg til at bora 2 brunnar á økinum í nærmastu framtíð. Sum skilst eru fyrireikingar í gongd til at bora longu komandi ár. Felagið er eisini rættuliga virkið bretsku megin markið, og er við í einum stórum oljufundi - Rosebank - heilt upp at føroyska markinum.

Statoil upplýsti í morgun, at felagið fer at bora 50 leitibrunnar í ár svarandi til eina íløgu uppá 13 milliardir krónur.

Umframt Statoil fer Eni eisini at bora á føroyaøkinum. Sum skilst, fer hesin brunnurin i gongd um nakrar fáar vikur. Boripallurin West Phoenix, ein av teimum best útgjørdu í heiminum at bora á djúpum vatni kemur til Føroya um góðar tvær vikur og fer at seta borin í Anne Marie leiðinga seinnapartin av mánaðinum. Boritíðin er sett at vara í 75 dagar.