-Hetta sær spennandi út, og vit hava stórar vónir til boringina. Vit síggja tað sum ein fjøður í hattinum at hava fingið litið upp í hendi hesa spennandi uppgávu at bora á føroyska landgrunninum og møguliga verða teir fyrstu, sum finna oljuna.
Hetta sigur ein fryntligur og vælupplagdur Even Westgård frá borifelagnum Stena Drilling, sum júst er komin til Føroya at standa á odda fyri borivirkseminum á boripallinum Stena Don. Hann hevur sera drúgvar royndir frá oljuvinnuni og hevur verið við í hesi vinnu seinastu 33 árini, av teimum 17 ár sum pallstjóri (Rig manager) á ymsum boripallum í Noregi, Spania, Írlandi og Kanada. Hetta er so fyrstu ferð, at hann roynir seg á føroyska landgrunninum og vónar hann, at hetta ikki er seinastu ferð heldur.
Øll manningin umborð er sera positiv og spent uppá at fara undir at bora við Føroyar, vitandi, at lønandi oljufund er ikki gjørt áður, og at henda boringin tí kann gerast fyrsta veruliga fundið.
Hetta er so eisini fyrstu ferð teir seta borin í basalt, tó at teir hava borað gjøgnum harðan stein áður. Even Westgård er greiður yvir, at tað kann blíva ein hørð nøt at knekka at skula bora gjøgnum tjúkk løg av basalti, men hann heldur kortini, at Statoil hevur gjørt sítt heimaarbeiði so mikið væl, at hetta verður ein avbjóðing teir fara at greiða.
Nú Stena Drilling fer at hava nógv virksemi í Føroyum komandi mánaðirnar, hevur fyritøkan leigað seg ínn í bygningin, har ENI og Faroe Petroleum halda til, bert fáar metrar frá høvuðssætinum hjá Statoil, haðani øll boriverkætlanin verður stýrd.
Maðurin, sum fer at standa á odda fyri sjálvari boriverkætlanini hjá fyristøðufelagnum Statoil, er eisini komin til landið, nú øll verkætlanin er framskundað fleiri vikur. Hann eitur Oddvard Bøe og er gamal kenningur um okkara leiðir, tí hann var við í boriliðnum, sum arbeiddi umborð á Sovereign Explorer, ið boraði fyri Statoil í 2001. Tá var brunnurin turrur. Nú vónar hann, at tað fer at ganga øðrvísi. Saman við Even Westgård frá Stena kemur hann at hava ábyrgdina av teimum umleið 300 fólkunum, sum verða knýtt at allari boriverkætlanini næstu tríggjar mánaðirnar. Borast skulu niður á 3800 metrar og harav verður mett, at 1000 metrar, meira ella minni, eru basalt. Tað vísa seismisku kanningarnar.