Ikki færri enn 40 altjóða feløg eru til reiðar at fara til Irak fyri at fáa lut í landsins oljuvinnu, men feløgini noyðast at bíða, til iraksku politikararnir hava samtykt eina nýggja lóg um oljuvinnu, skrivar Aftenposten.
Higartil hava kanningar avdúkað, at Irak hevur meiri enn 100 milliardir tunnur av olju í undirgrundini, men tað er ikki óhugsandi, at tann veruliga nøgdin er tvær ferðir so stór. Tey seinastu nógvu árini hava kríggj og ófriður darvað iraksku oljuvinnuni, men nú er líkt til, at vinnan kann fáa frið at virka. Tí er tann útlendski áhugin so stórur, skrivar Dagsavisen.
Statoil skrivaði longu í oktober í fjør undir eina samdtarvsavtalu við myndugleikarnar í Bagdad. Í fyrsta lagi ætlar Statoil at dúva upp á verandi olju- og gassleiðir við at útvinna einar 100.000 tunnur av olju um dagin, men felagið fer møguliga eisini at leita eftir nýggjum leiðum.