Hetta er tó 40% lægri enn árið fyri. Orsøkin er lægri olju- og gass prísir. Hóast tað so sigur felagið í tíðindaskrivi í morgun, at tað er sera væl nøgt við úrslitið.
Í tíðindaskrivinum verður m.a. sagt, at Statoil kann vísa á góð úrslit bæði í Noregi og internationalt. Framleiðslan er økt og er nú næstan 1,9 milliónir tunnur um dagin. Hóast hetta so er forstjórin framvegis varin um útlitini í heimsbúskapinum. Hann sigur, at sjálvt um vit síggja tekin um vøkstur í heimsbúskapinum, so eru vit langt frá normalum støði. Tí er framvegis neyðugt at vera varin. Tað verður framvegis fokuserað uppá at halda útreiðslunum niðri soleiðis, at felagið kann tillaga virksemið til sveiggini í heimsbúskapinum verður sagt.
Um framtíðina verður sagt, at dagliga framleiðslan fer at økjast frá teimum 1,9 milliónum tunnunum felagið í dag framleiðir, til 2,2 milliónir tunnur um dagin í 2012. Felagið sigur eisini, at tann mest týdningarmikli parturin til menningina eru leitibrunnar. Felagið væntar, at umleið 70 leiti- og metingarbrunnar vera boraðir í ár. Teir fyrstu 9 mánaðirnir í ár eru boraðir 53 leitibrunnar. Av hesum varð olja funnin í 32 brunnum.
Felagið væntar, at oljuprísirnir framvegis fara at sveiggja nógv, í øllum førum uppá stutt sikt.
Greinarar taka annars væl ímóti úrslitinum hjá Statoil í morgun. Sagt verður, at samanborið við onnur oljufeløg, sum t.d. ExxonMobil, Shell, BP og ConocoPhilips, so eru úrslitini hjá hesum feløgum lækkað við 60% til 75% í mun til árið fyri.