StatoilHydro herjar á aftur á landgrunninum

Samanlagda StatoilHydro telist millum heimsins stóru oljufeløg, og tað fer nú undir eina sera umfatandi seismiska kanningarætlan á føroyska landgrunninum, norðaliga við markið. Rúni M. Hansen, stjóri dylur ikki fyri, at eydnast seismikkurin væl, so kann hetta enda við, at teir fara at bora ein brunn. Tá verða so helst eisini onnur oljufeløg boðin at vera við. Hetta visti Rás2 at siga frá í dag.

Rúni M. Hansen, stjóri hjá StatoilHydro í Føroyum váttar fyri Rás2, at samanlagda felagið júst hevur fingið longt loyvi 11, sum er tað loyvið, ið liggur longst norðaliga á landgrunninum. Statoil hevur skotið nakað av 2D seismikki í hesum loyvinum fyrr, og felagið heldur, at økið er so mikið áhugavert, at nú verður meira avanseraður 3D seismikkur skotin. Hetta er fyrstu ferð, at tað samanlagda StatoilHydro ger eina beinleiðis operatión í Føroyum.

Úrslitið av hesum arbeiði fyriliggur helst ikki fyrr enn um eitt ár ella so. Rúni M. Hansen sigur, at hepnast seismikkurin væl, so fer StatoilHydro at umhugsa at selja part av loyvinum til onnur oljufeløg, fyri harvið at spaða váðan, um so er at farið verður at bora.

Statoil hevur gjørt avtalu við seismikkfelagið Western Geco og verður eitt av tess flaggskipum, Geco Eagle brúkt til arbeiðið. Skipið er nærum 100 metrar langt. Verður veðrið til vildar rokna teir við, at skipið verður á føroyskum øki í einar tveir mánaðir í summar. So sjálvt eftir eina heldur ivasama BP boring verður framvegis stórt virksemi á landgrunninum í næstu framtíð. Í fyrstu syftu seismikkur, sum tó er mest týðandi metingargrundarlagið undan eini boring.

Statoil fekk loyvi 11 í aðru útbjóðing og umsitur tað 100%. Hetta er annars júst tað økið, sum eisini av øðrum oljufeløgum og jarðfrøðingum hevur verið mett at vera eitt tað kanska mest áhugaverda. Tað var táverandi leiðandi jarðfrøðingurin hjá Saga Petroleum, Terje Hagevang, sum í dag arbeiðir hjá Geysir, ið samstarvar við Atlantic Petrolum á landgrunninum, sum úttalaði seg til Sosialin, at øki 11 goymir kanska tað mest áhugaverda og størsta prospektið, nevnt Durita á landgrunninum. Geysir søkti um hetta saman við Atlantic Petrolum í 2. útbjóðing, men tað var Statoil, sum fór við loyvinum. Nú hava hesi feløg eins og onnur so møguleikan at keypa seg inn í loyvið, um og tá StatoilHydro ger av, um tað fer at bora. Tí er greitt, at mong altjóða oljufeløg fylgja sera væl við teimum seismisku kanningunum, sum fara í gongd í juni.

Rúni Hansen ynskir ikki at upplýsa, hvussu nógv seismiska kanningin teir fara í gongd við kostar. Men Portalurin veit frá keldum í seismikkumhvørvinum í Stavanger, at ein slík víttfevnandi 3D kanning kostar upp ímóti 200 mill. kr. Hesi tølini tala so fyri, at StatoilHydro sær framvegis møguleikar í Føroyum.

Risastórt felag

Annars skulu vit nú til at venja okkum til nýggja navnið, nevniliga StatoilHydro. Hetta er so fyrstu ferð, at tað samanlagda felagið ger nakað á føroyskum øki. Sammett við onnur oljufeløg er StatoilHydro vorið eitt rættiliga stórt felag í altjóða høpi. Hetta samanlagda felagið er rættuliga stórt eftirhondini. Felagið er heimsins størsta fyristøðufelag á djúpum vatni. Umleið 30.000 fólk arbeiða í felagnum í 40 londum. Tað framleiðir umleið 1,7 millionir tunnur um dagin og hevur eitt marknaðarvirði uppá umleið 600 milliardir kr.

Uppá fyrispurning um ikki henda samanleggingin fer at gera, at StatoilHydro verður enn betri ført fyri at brynja seg út til leiting við Føroyar sigur Rúni M. Hansen, at felagið síðani samanleggingina stendur nógv sterkari. -Alla staðni kring heimin verður nógv orka brúkt uppá oljuleiting og har fer StatoilHydro at standa rættiliga sterkt í tí kappingini. Alt veldst so um, hvussu áhugaverd jarðfrøðin sær út. Komandi seismisku kanningarnar eru so ein liður í at fáa hesa neyðugu vitan sigur StatoilHydro stjórin við Rás2.