Stauss og Kapnas fara á konsertferð

Í kvøld verður konsert í Nólsoyar skúla, 2. hvítusunnudag í Haldarsvíkar kirkju, og týskvøldið komandi verður konsert í Norðurlandahúsinum

Konsertir

Á konsertferðini fara Monika Stauss Joensen og Nikos Kapnas, sum saman mynda eina altjóða tónleikamynd, at framføra tónar úr barok-tíðini og tí sokallaðu klassisku tíðini, sum Mozart livdi í.
Skráin er sera áhugaverd við verkum eftir eitt nú F.H.Hoffmeister, J. Pleyel, L. Spohr og J.S. Bach.
Monika og Nikos spæla duettir fyri tvær violinir, violin og viola, og eisini fer Nikos at spæla eina solo-partita fyri viola, sum upprunaliga er skrivað fyri cello.
Samanumtikið kunnu vit siga, at talan er um áhugaverdar konsertir við kamartónleiki.

Byrja í kvøld
Ætlandi skuldi ein av konsertunum hjá Moniku og Nikos verða í Fríðrikskirkjuni á Toftum seinasta sunnudag, men vegna serligar umstøður varð hendan konsertin avlýst.
Í staðin fara tey bæði at spæla til eina tónleikagudstænastu í Haldarsvíkar kirkju 2. hvítusunnudag, har deknurin prædikar.
Fyrsta konsertin verður longu í kvøld í Nólsoyar skúla klokkan 19.30. Onnur í røðini verður í Haldarsvíkar kirkju 2. hvítusunnudag klokkan 11, og hetta verður ein tónleikagudstænasta. Triðja og seinasta konsertin á hesum sinni verður í Norðurlandahúsinum komandi týskvøld klokkan 19.30.

Stauss og Kapnas
Nikos Kapnas er føddur í Tashkent, USSR, har hann byrjaði sína tónlistarligu yrkisleið. Hann endaði útbúgving sína í Thessaloniki í Grikkalandi, Antwerpen og Brússel. Ì meira enn 16 ár spældi hann í belgiska útvarps -og sjónvarpsorkestrinum.
Monika Stauss Joensen er fødd í Zúrich, Sveits og byrjaði at spæla violin longu sum sjey ára gomul. Hon hevur sína útbúgving bæði úr Sveits og
Jugoslavia. Seinni tók hon tvey diplom hjá the Royal School of Music í London.
Monika og Nikos hava búsett seg í Føroyum og eru væl kend nøvn í føroyska tónleikalívinum. Umframt at tey bæði eru virknir tónleikarar, hava tey undirvíst sum lærara í Føroya Musikkskúla í fleiri ár.
Hetta er fyrstu ferð, at tey bæði eru á konsertferð saman.

Øll vælkomin
Tað er Konsertfelagið saman við Norðurlandahúsinum, sum standa aftanfyri konsertirnar hjá Moniku Stauss Joensen og Nikos Kapnas.
Atgongumerki á 60 kr. fáast við dyrnar í Nólsoyar skúla og í Norðurlandahúsinum.
Næmingar hava ókeypis atgongd.
Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir hesum báðum úrmælingunum á tónlistarliga økinum.