KYNBÓTAARBEIÐI
Leingi hevur ætlanin verið at gevast við kynbótaarbeiði á Lívfiskastøðini í Skopun og avgerðin um, at hetta arbeiði skuldi halda uppat, er fyri so vítt tikin fyri fleiri árum síðan.
Men Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur havt eina aðra áskoðan um hesi viðurskifti og hevur hildið, at tá ið vit hava eina vælvirkandi alivinnu í Føroyum, sum hevur stóran samfelagsligan týdning, er tað ikki rætt at gevast við lívfiskaarbeiðnum í Føroyum.
Steðgaði ætlanini
Við Sosialin sigur landsstýrismaðurin, at hann regulert steðgaði ætlanunum um niðurlegging.
- Eg fekk ein dialog í lag millum Vinnumálaráðið, alivinnuna og Fiskaaling um lívfiskin. Úrslitið av hesum er, at ein samarbeiðsavtala nú er gjørd millum Fiskaaling øðrumegin og norska felagið SamloBreed hinumegin um, at kynbótaarbeiði og framleiðsla av rognum skal halda fram í Føroyum – í tøttum samstarvi millum partarnar.
Jóhan Dahl sigur, at hann helt avgerðina um at niðurlaga kynbótaarbeiði í Føroyum vera skeiva.
- Tí gjørdi eg av at steðga hesum ætlanum, leggur hann aftrat.
Herfyri sendi so Fiskaaling út tíðindaskriv um samarbeiðsavtaluna, sum Fiskaaling og SamloBreed hava gjørt.
Avtalan ber í sær, at SalmoBreed tey næstu trý árini skal veita Fiskaaling útvald rogn, sum eru kynbøtt eftir teimum ynskjum, sum føroyska alivinnan hevur.
Henda avtala kemur longu í vetur. Fiskaaling fer at klekja rognini við Áir og síðani ala yngulin til lívfisk á støðini í Skopun, til hann verður strokin og rognini seld, fyrst og fremst til føroysku alivinnuna. ??
Í fráboðanini verður sagt, at avtalan millum partarnar fyribils er
galdandi í fýra ár, og føroysku alararnir kunnu vænta sær tey fyrstu rognini av hesi framleiðslu á heysti um tvey ár.
SalmoBreed fegnast
- Avtalan tryggjar føroysku alarunum tilgongd til fremsta kynbótaarbeiðið í heiminum og verður samstundis ein trygd fyri góðari heilsustøðu.
Tað sigur stjórin í SamloBreed.
Hann leggur aftrat, at tey í Noregi eru ógvuliga spent upp á hetta samstarv, og tey siga seg vera sera fegin um, at Fiskaaling júst hevur valt tey at samstarva við.
- Vit síggja fram til eitt spennandi samarbeiðið. Fiskaaling hevur í dag ein marknaðarpart í Føroyum á 50-75%, og vit í SalmoBreed skulu viðvirka til at styrkja teirra støðu á føroyska marknaðinum, sigur stjórin.
?? Eisini stjórin í Fiskaaling, Kristian Petersen, fegnast um avtaluna.
Meira málrættað
- Vit fegnast eisini um, at avgerðin um rognaframleiðslu í Føroyum endaliga er tikin, soleiðis at vit kunnu fara meira málrættað til verka. Vit ivast ikki í, at vit hava fingið eina góða avtalu við eitt av fremstu kynbótafeløgum í heiminum. Hetta fer at hava stóran týdning fyri alivinnuna frameftir. Okkara vón er, at føroyska alivinnan fer at taka væl undir við okkara framleiðslu, sigur Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling.
Við hesum er so allur ivi fyribils burtur um, hvørt kynbótaarbeiði heldur fram í Føroyum ella ikki.