Stefan: Góð kensla at fáa mál aftur

(FM1) Stefan Radosavljevic hjá Suðringum hevur havt drúgvan málturk. Í dag bragdaði aftur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við sigursmálskjúttan hjá Suðringum, Stefan Radosavljevic, ið við góðum samanspæli við Salmund Bech skoraði til 2-1, tá Suðringar á heimavølli við Stórá í Trongisvági vunnu 2-1 á Skála.

 

Fyri Stefan Radosavljevic hevði tað stóran týdning at koma á máltalvuna aftur aftaná ein rættiliga drúgvan málturk.

 

Nú fara Stefan Radosavljevic eftir at tryggja felagsliðnum í Suðuroy sætta plássið í Betrideildini, og Stefan lovar B36 ein skarpan gang í Gundadali í komandi umfari.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein.