Hvørja politiska funktión í samfelagnum er tað, sum Nýskipanarnevndin í veruleikanum rakar við sínum fyrsta tilmæli - eitt tilmæli, sum løgmaður valdi at fylgja.
Løgmaður, saman við Nýskipanarnevndini, hevur nevnliga valt og tikið avgerð um at niðurlaga toppleiðsluna í politisku skipanini - ein av okkara politisku kjarnufunktiónum.
T.v.s. niðurlaga tey, sum hava evstu politisku leiðsluna í Føroyum og hvørs høvuðsuppgávur eru at leiða landsumsitingina, taka politiskar avgerðir í tráð við gjørda samgonguavtalu og politiskar ætlanir, gera lógarfyrireikandi arbeiði og annars taka lut í kjakinum um politikkin hjá landsstýrinum. Hetta eru tey, sum skulu vera við til at skapa og tryggja framburð og úrslit í okkara vælferðarsamfelag, skapa góðar vinnukarmar og fáa landskassan aftur á beint fíggjarliga.
Við hesum ætlaða landsstýrisbygnaðinum verða uppgávur lagdar í ymsu aðalráðini, sum eru rættuliga ólíkar og nógvar í tali - tung øki í sama aðalráð og vantandi fokus. Tað, sum hendir er, at politiska orkan og drívmegin verður ikki til at reka slík aðalráð effektivt, og við stórum sannlíkindi fara týðandi uppgávur og politiskar verkætlanir ikki at verða fyrireikaðar og lagdar fyri Løgtingið. Fyri okkara borgarar er vandi fyri færri og verri almennum kjarnutænastum - tænastur, sum hoyra einum vælferðarsamfelag til.
Samanumtikið so mælir Nýskipanarnevndin í veruleikanum til, at partur av heilanum aftanfyri útinnanina av føroyskum politikki og ætlaðar nýskipanir, skal skerast burtur - og vit kunnu vænta nærmast eina høvuðleysa politiska skipan í framtíðini.
Hvørjar eru so uppgávurnar hjá løgmanni, okkara stjórnarleiðara, m.a.:
• Velja og góðkenna landsstýrisfólk
• Býta út uppgávur millum landsstýrisfólkini
• Útskriva val 4. hvørt ár ella nær sum helst innan fyri hetta tíðarskeið
• Leiða landsstýrisfundir
• Politisk samskipan, løgmansskrivstovan virkar sum sekretariat fyri at samskipa politikkin hjá landsstýrinum
• Umboðan av Føroyum í altjóða samanhangi
• Aðrar uppgávur
Hetta eru undir vanligum umstøðum krevjandi uppgávur at leiða, loysa, stýra og fylgja upp. Men hesar uppgávur fylla kanska so lítið hjá løgmanni, at hann má yvirtaka arbeiðið hjá aðalráðunum og soleiðis spara nøkur landsstýrisfólk burtur. Ein løgmaður skal hava eftirlit við landsstýrisfólkunum, arbeiða visjónert, skal stinga út í kortið strategisku kósina, skal samskipa arbeiðið hjá aðalráðunum og hann skal umboða Føroyar, bæði heimliga og uttanlands.
Løgmaður hevur ikki samskipað hesa umskipanina saman við landsstýrisfólkunum og øðrum viðkomandi áhugabólkum - ongin hoyring, hóast hann eigur at gera tað frá byrjan av í tilgongdini.
Tað ber væl til at umskipa og effektivisera landsumsitingina uttan eisini at skerja landsstýrisfólk - hvør kann finna upp á slíka tankagongd at hugsa tað øvuta. Hinvegin ber tað ikki til at gera stórar broytingar og menning uttan eina sterka politiska leiðslu í toppinum ella dugnaligar politikarar á brúnni.
Vit noyðast ikki at hava nakra umbering fyri at nýtímansgera og effektivisera almennu umsitingina. Tað gera privitar fyritøkur dagliga. .... Eg havi ikki hoyrt nakað líknandi - næstan láturligt og óseriøst.
Verður hetta ein partur av politisku mentanini í framtíðini, so er føroyska samfelagið á vandakós.
Bara leysir tankar og hugarensl frá Nýskipanarnevndini
Løgmaður hevur tikið eina politiska avgerð um at senda tríggjar landsstýrismenn og tríggjar aðalstjórar til hús. Eftir mínum tykki er talan um at velja eina einfalda og lætta loysn upp á truplu støðuna við vantandi fíggjarliga haldførinum hjá landskassanum og kommununum …. eitt populistiskt átak.
Fyri at ganga undan mugu landsstýrisfólkini bara vera 5 og harafturat løgmaður - ljóðar sum tikið úr leysari luft. Tann ella tey, sum skulu leiða og stýra nýskipanum og/ella broytingum á fullgóðan hátt, skulu fleiri samstundis fjernast.
Eg veit ikki, hvør orsøkin er at koma við hesum tilmæli, men skal mann brúka skjeringar í talinum av landsstýrisfólkum fyri at legimitera sparingar í umsitingini - hvat er tað fyri ein ryggur í politisku skipanini.
Tað er so nógv, sum gerast kann fyri at minka um landsumsitingina, m.a. ber til at leggja umsitingareindir saman, t.e. felags skrivstovufólk, bókhald/roknskap, móttøka, fundarhølir, skrivarar, køk o.a. Til at loysa slíkar uppgávur hava vit aðalstjórar, stjórar, deildarstjórar, innanhýsis ráðgevar, embætisfólk og uttanhýsis ráðgeving at loysa ávísar uppgávur - hetta átti at kunna verði gjørt uttan eina Nýskipanarnevnd. Vónandi kemur okkurt annað frá nevndini, sum kann rættvísgera hennara tilveru.
Landsstýrisfólk skulu hava hvør sín aðalstjóra knýttan at sær, ið skal vera áramálssettur.
Talið á landsstýrisfólkum eigur at taka støðið í m.a. raðfestingum í sambandi við politiska arbeiði, samansetningin av Løgtinginum, politiskir realitetir, ásett út frá politiska bygnaðinum í einum samfelag, talið og samansetningin av samgonguflokkum, mál og verkætlanir í einari samgonguavtalu, serligt politiskt fokus, avbjóðingar av ymiskum slag o.a.
Føroyar hava jú ein samfelagsbygnað, samfelagsfunktiónir og politiskan bygnað, sum onkursvegna líkist tí í einum stórum landi, tí virkar 1+5 sum eitt ógrundað lágt tal. Í eitt nú Danmark er ongin binding á, hvussu nógvir ministarar kunnu vera. Henda ásetingin, sum nú verður mælt til, virkar rættuliga tilvildarliga ásett og avspeglar eina visjónsleysa politiska skipan.
Tað má vera ein orsøk fyri, at flest øll lond, sum hava eitt fólkaræði ikki hava slíkar bindingar, sum avmarka fólkaræðið, soleiðis sum Nýskipanarnevndin mælir til.
Eru Føroyar so serligar, at neyðugt er at avmarka fólkaræðið.
Hetta sum løgmaður gerð við at senda 3 landsstýrisfólk og 3 aðalstjórar til hús, hevur onki við nakra nýskipan at gera, hetta handlar um politiskan rakstur og eina umskipan í landsstýrinum, eins og millum valini. Tað, sum ein nýskipan veruliga skuldi handla um síggja vit onki til, bara føgur orð og vit ætla tað og tað, intentiónspolitikkur - ítøkiliga, hvør verður raktur, hvussu nógv starvsfólk og nær, tað fáa vit ikki upplýst - tað eru bara tankar. Men sparast skulu einar 18 mió. kr. árliga, eftir at landsstýrisfólkini eru spard vekk, skil tað hvør, ið skilja vil.
Við einari lønartungari landsumsiting, so kunnu hesar 18 mió. kr. bara sparast við færri aðalstjórum, deildarleiðarum, embætisfólkum o.a., eini 36 fólk. Men vit hoyra bara um flytingar av funktiónum, aðalstjórum, embætisfólkum o.a., sum jú ikki kann geva sparingar uppá allar hesar milliónirnar. Havast skal í huga, at fíggjarlógaruppskotið 2026 javnvigar við yvir 8 milliardum kr. brutto, rakstur og íløgur - hesar sparingar svara tí til nøkur fá promillir.
Flest øll vilja, at vit brúka fíggjarligt vit og skil í politikki, men tað er ikki líkamikið, hvørjar loysnir vit velja fyri at loysa trupulleikarnar við fíggjarliga haldførinum hjá bæði landi og kommunum.
Løgmaður bleiv spurdur: Hví sovorðnan skund? .... og hann svaraði, at so fingu vit ov nógva tíð at hugsa okkum um, og so varð vandi fyri, at undirtøka ikki fekst fyri nakrari umskipan, mótstøða o.a. Men vit síggja longu nú, at úrslitið av hesum mátanum at fremja broytingar uppá, er meira og minni kaos - og bara nógvir spurningar og ongi svar.
Nýskipanarnevndin er einans ráðgevandi/ tilmælandi og tað er til eina og hvørja tíð upp til politisku skipanina at gera av, hvat skal henda og ikki. Hóast hetta, so fingu vit eina aðra fatan, tá løgmaður segði, at hann hevði tikið avgerðina um at steingja 3 aðalráð beinanvegin, nevnliga at annars varð vandi fyri, at málið fór av sporinum.
Nýskipanarnevndin vil hava hjálp frá Føroya fólki
Nýskipanarnevndin er, eftir øllum at døma, longu útgingin fyri góð hugskot um nýskipanir og biður á einari heimasíðu hjá Løgmansskrivstovuni føroyingar ella almenningin um hjálp um uppskot um nýskipanir.
Hetta merkir væl, at henda supernevndin, sum hevur sent 3 landsstýrisfólk til hús, ikki sær seg føra fyri at koma við nóg nógvum og góðum uppskotum um nýskipanir. Á heimasíðuni stendur: “Niðanfyri kanst tú geva Nýskipanarnevndini títt uppskot til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.”
Eg meini so við, hvussu skulu uttanfyristandandi fólk hava ein kjans at koma við seriøsum og kvalifiseraðum fakligum boðum uppá sparingar, umleggingar o.a. Og fólk sum arbeiða í umsitingini, og hava inside-vitan, fara ikki at koma við nøkrum uppskoti, sum kann skapa trupulleikar fyri tey.
Politiska framtíðin - politiska skipanin bindast niður
Hyggja vit fram í tíðina, so arbeiða 5 flokkar á tingi við einari tjóðarsemju, har ætlanin er at gera Føroyar meira sjálvstøðugar og harvið yvirtaka fleiri málsøkir. Men samstundis verður nú arbeitt við at leggja ávísar forðingar fyri, at hetta kann gerast skilagott, effektivt og málrættað - tí nú skal politiska skipanin og toppleiðslan niðurlagast og bindast niður í stýrisskipanarlógini, t.e. løgmaður og 5 landsstýrisfólk.
Vit eiga at hava so mikið álit á okkara fólkavaldu, at tey kunnu seta saman eitt hóskandi landsstýrið, sum tryggjar, at politisku uppgávurnar verða loystar væl og politisku visjónirnar og ætlanirnar framdar í verki.
Eitt er vist, 3 færri landsstýrisfólk loysir ikki nakrar fíggjarligar haldføristrupulleikar hjá landinum - og tí virkar henda politiska avgerðin meira sum symbolpolitikkur.
Vónandi er Løgtingið so mikið at sær komið, at tað ikki tekur undir við ætlanunum at áseta eitt hámark fyri tal á landsstýrisfólkum og formliga áseta hetta í Stýrisskipanarlógina.
Altjóða samfelagið og vælferðin setir alsamt hægri krøv til landsins leiðslu
Arbeiðsbyrðan hjá politisku skipanini í Føroyum er vaksin í takt við, at vit alsamt eru meira við í altjóða samfelagnum og vit royna áhaldandi at styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag og byggja land - tí er tað at ganga skeivan veg at lækka talið á landsstýrisfólkum og niðurlaga politisku leiðsluorkuna og drívmegina.
Eg haldi eisini, at tað er at niðurgera arbeiðið hjá landsstýrisfólkunum at minka talið á teimum.
Við at fylgja hesum tilmælinum verður valdsjavnvágin broytt skeiva vegin millum politikarar og embætisverk, tí við størri ráðum og færri landsstýrisfólkum skeiklast henda javnvágin.
Vit fáa framyvir eitt embætismannaveldi og eitt fólkaræðisligt undirskot.
- Tað hevur við sær, at fólkaræðið viknar og tað er ikki ta leiðina vit skulu ganga.
Av royndum veit eg, at politisku avbjóðinganar í dag eru munandi størri enn vit hava kent áður. Eitt er, hvørjar lógir vit noyðast at implementera fyri at fylgja teimum lógum, sum m.a. ES krevur, umframt heimligar tænastur, sum skulu røkjast og mennast. Vit sleppa ikki í EFTA ella at gera fríhandilsavtalur, uttan at tillaga okkara limaskap eftir teirra treytum o.a.
Okkara luttøka í heimssamfelagnum er í dag munandi meira umfatandi enn hon var, tá Pauli Ellefsen segði: .... “at alt kundi orðnast við einum frímerki.”
Tað er ein spurningur um Føroyar vilja lima seg inn í heimssamfelagið ella ikki.
Sjálvt eitt lítið samfelag hevur fyri neyðini at luttaka og fylgja við, hvussu og hvat hendir í útheiminum. Vit hava rættindi, sum skulu røkjast og vit skulu alsamt troyta nýggjar leiðir - her er tað bara hugflogið, sum setur markið.
Vilja vit styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag og kjarnutænastur, so er vegurin fram at hava eina sterka politiska skipan og góða politiska mentan - og ikki eina veika politiska skipan. Á henda hátt kunnu vit eisini hava eitt vælvirkandi fólkaræði.
Poul Michelsen










