- Føroyskir peningastovnar og eftirlønarveitarar steingja fyri inngjaldi á eftirlønarkontur frá 1. januar 2012 til 23. januar 2012.
Tað siga Felagið Peningastovnar, Betri Pensjón og Lív í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at orsakað av broytingum í lógini um skatt av rentutryggingum viðvíkjandi skatting av inngjaldi á eftirlønarkontur frá 1. januar 2012 verður fyribils stongt fyri inngjaldi á allar eftirlønarkontur frá 1. januar 2012.
- Orsøkin til, at peningastovnar og eftirlønarveitarar fyribils steingja fyri eftirlønarinngjaldi er, at allar tøkniligar fyrireikingar enn ikki eru lidnar.
Peningastovnar og eftirlønarveitarar fara væntandi tann 23. januar 2012 aftur at loyva inngjaldi umvegis skattaskipanina og inngjaldi á privatar eftirlønarskipanir.
Tað siga Felagið Peningastovnar, Betri Pensjón og Lív í tíðindakrivi, sum kom fyri løtu síðan.