Steintór í Spaniastovu

Seinasta leygarkvøldið í november verður Spaniastova karmur um konsert hjá Steintór Rasmussen. Við sær hevur hann Pætur við Keldu, klaver og sang.


Konsertin hetta kvøldið ber heiti “Lívi er mítt listaverk”, sum er tikið úr sanginum “Lívsmynd” og nú eisini heitið á nýggju bókini hjá Steintóri.


Á konsertini fer Steintór at framføra eitt úrval av sínum bestu sangum. Somuleiðis verða orð og løg sett saman á ein slíkan hátt at konsertin bæði verður ein tíðarmynd og tíðarlýsing.


Steintór Rasmussen hevur lætið orð og løg í sangbaran búna í fleiri ártíggju. Alt frá “Hundurin brúni” á LP’ini Saman við tær, 1984, til “Kom aftur Jesus” á LP’ini Valla foldum á frá 2011.


Góða handalagi og andaliga yvirskoti hevur ríkað føroysku sangbaru mentanina. Sangir hansara um kærleika, samfelagslig viðurskifti og sangir til børnini. Soleiðis eru í dag fleiri av sangum hansara fólkaogn í dag.


Steintór Rasmussen fekk í 2006 Barnabókavirðisløn M.A. Jacobsens fyri Kular røtur.