Steintór Rasmussen til Ljósfest í Vági

Steintór Rasmussen gleðir seg at framføra til Ljósfestina, sum verður í Vági leygardagin 13. august.

 

– Tað skal verða ein fragd at framføra til Ljósfestina í Vági. Her er jú mín annar heimstaður og Vágur er eisini veitslunar og kærleikans býur, sigur Steintór Rasmussen, sum frá ungum árum hevur skrivað og sungið um Føroyar og kæru heim síni, sum altíð fylgja hjartanum og søguni hjá teimum menniskjum, sum vilja elska og liva. 

Fólkakæri hálvi norðoyingurin, sum okur eisini kenna so væl eftir Klaksvíksvegnum, hevur sín frálíka frænda Eyðun Nolsøe og góða vinmannin Trónd Enni afturat sær, skriva fyrireikararnir í Vági.

Teir trína á pallin við nøkrum festligum og hugnemandi sangum, sum eitt stórt publikumskór sjálvandi eisini sleppur at verður partur av.