Zimbabwiski andstøðuflokkurin MDC og stjórnarflokkurin ZANU-PF kiggja stavn um stavn eftir tey fyrstu úrslitini av av valinum leygardagin, tá zimbabwar valdu tjóðarting, forseta og býráðslimir.
Andstøðan segði longu í gjár, at hon hevði vunnið tjóðartingsvalið, og at andstøðuleiðarin Morgan Tsvangirai hevði vunnið forsetavalið. Tað ljóðaði, at Robert Mugabe, forseti, og leiðslan í herinum høvdu sitið á kreppufundi og umrøtt støðuna, og hvat gerast skuldi, um andstøðan vann. Í øllum førum var tað týðiligt, at myndugleikarnir fyrireikaðu seg til ófrið, tí stór løgreglulið vóru at síggja í gøtunum í nátt.
Tá valnevndin sýtti fyri at almannakunngera tey fyrstu úrslitini, legði andstøðan nevndina undir valsvik. Tað fekk nevndina at kunngera úrslitini í seks valdømum, og tað vísti seg, at stjórnarflokkurin og andstøðan høvdu vunnið trý valdømi í part.
Varðveitir valdið
Politiskir eygleiðarar siga, at valið hesaferð er tann størsta avbjóðingin, sum Robert Mugabe hevur havt, síðani hann gjørdist forseti fyri 28 árum síðani. Ein orsøk er tann syndarliga búskaparstøðan, og eitt annað er, at hesaferð hava ymsir andstøðubólkar tikið seg saman fyri at fella tann gamla forsetan. Hesaferð er tað ikki bara tann gamli fíggindin Morgan Tsavanirai, sum stillar upp ímóti honum, men eisini fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Simba Makoni, sum er úr flokkinum hjá Mugabe.
Teir báðir hava undir valstríðnum lagt dent á, at Zimbabwe má fáa eina nýggja leiðslu, eftir at Mugabe hevur oyðilagt tann fyrr so sterka zimbabwiska búskapin. Eygleiðarar halda kortini, at tann 84 ára gamli forsetiun kann varðveita tað veruliga valdið við hjálp frá herinum, sjálvt um hann skuldi tapt valið.