TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2, har hann prátaði við venjaran hjá H71, Sonni Larsen sum hevði sæð sínar menn tapt 17-24 ímóti Kyndli í Faxe Kondi finaluni hjá monnum.
Sonni Larsen staðfestir, at Kyndil spældi sera væl í verjuni, og tað gjørdist lykilin til dystin.
Sonni Larsen heldur, at Kyndil vann ein fult uppibornan sigur á degnum, og tá H71 brendi eitt ótal av opnum málmøguleikum gjørdist arbeiðssetningurin hjá H71 enn tyngri.
Spurdur um hví hann ikki koyrdi meira við "A-ketuni", Hilmar Leon Jakobsen, Peter Krogh og Mark Marcher á vøllinum í senn, svarar Sonni Larsen, at hann hevur 16 góðar spælarar í hópinum, og má tí verða opin fyri at royna allar møguleikar.
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við fegnar spælarar, venjarar og fjeppara hjá Kyndli hoyrast HER
Ein samandráttur av mansfinaluni, sum Tróndur Arge segði frá, og ein samanumtøka hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen hoyrast HER