Sterkasti í Grønlandi endaði aftast í sínum bólki

- Hetta hevur verið ein lærurík luttøka, tá vit hugsa um, at Kim Ujarak Lorentzen nú hevur luttikið í kappingini millum heimsins sterkastu, sigur fylgjarin hjá honum.

Tað hevur ikki gingið so ógvuliga væl hjá sterkasta manni í Grønlandi, Kim Ujarak Lorentzen, í kappingini World's Strongest Man, sum í hesum døgum er í Sacramento í Kalifornia. 

 

Tískil er hann heldur ikki við meira í kappingini um at gerast heimsins sterkasti. 

 

- Kim sleppur ikki víðari úr sínum bólki, men hann hevur prógvað, at hann er eitt virðiligt umboð í kappingini, skrivar Sermitsiaq í dag.

 

Í kappingini hósdagin, sum varð rópt "Wrecking Ball Hold", skuldi hvør luttakari halda einari kúlu so leingi sum gjørligt, og henda kúla vigaði 250 kilo ella 500 pund.

 

Sterkasti maður í Grønlandi megnað at halda kúluni í 36 sekund. 

 

- Vit vistu frammanundan, at hann fór at hava avbjóðingar í hesi greinini, og tíverri endaði hann aftast, sigur Allan Juhl, sum fylgir luttøkuni hjá Kim Ujarak Lorentzen.

 

Úrslitið merkir, sigur fylgjarin við Sermitsiaq, at Kim sleppur ikki víðari í kappingini. Allan Juhl heldur tó, at hann hevur gjørt tað væl í kappingini millum heimsins sterkastu. 

 

- Hann hevur fingið góð úrslit í "Deadlift Ladder", har hann gjørdist nummar trý, og hann fekk eitt fjórða pláss í "Log Lift".

 

Allan Juhl heldur, at Kim hevur klárað seg væl, hóast hann endaði aftast í bólkinum.

 

- Hetta hevur verið ein lærurík luttøka, tá vit hugsa um, at Kim Ujarak Lorentzen nú hevur luttikið í kappingini millum heimsins sterkastu. Hetta er virkuliga stórt, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Hesa myndina tók Allan Juhl í kappingini "Log Lift" mikudagin.