Sterkt lið gevur fløgu út

Teir báðir Frankie og Jógvan Jón, geva í dag fløgu út, har teir av sonnum leita bæði aftur og fram, upp og niður. Við sær hava teir báðir í Tónum eitt framúrskarandi lið av tónleikarum, m.a. danan Jens Haack, ið mong kenna frá Moonjam

Í dag gevur 3'arin í SMS út fløgu við Frankie Jensen og Jógvan Jón Petersen. Vit kenna teir úr ymsum bólkum. Saman kalla teir seg Tónar á fløguni. Teir spæla javnan í Danmark, har teir hava hildið til, og hava savnað tónleikarar afturat sær.

Sum Jógvan Jón málber seg, so verður tónleikaliga leitað bæði aftur og fram. Talan er um íoyrafallandi tónleik, samstundis, sum tónleikararnir sleppa at seta dám á løgini, og hetta gevur teimum til tíðir serstakan dám, ið avgjørt leitar frameftir.

Og stuttligt er, at eisini verður leita aftureftir eftir tónleikarum. Mong minnast t.d. Ian Leyni á guitaran, ið hann hegnisliga handfór á føroyska tónleikapallinum fyri 10 - 15 árum síðani. Eisini finna vit Eystein Johannesen á bassi, og hann hava vit ikki hoyrt leingi, tó vit aftur sleppa at hoyra hann og restina av Hóvasták á Jazzfestivalinum í ár. Men fyri at finna tónleikararnar, skal ein leita sær til Danmarkar, har hetta sterka lið av tónleikarum heldur til.


Landslið av tónleikarum og Jan Dam

Á fløguni Lívsins Løtur, finnur ein nakrar av teim bestu føroysku útisetatónleikarunum, umframt kendar danir. T.d leikar Jens Haack frá kenda danska bólkinum Moonjam á saxofon.

Talan er um eitt rættiligt útiseta landslið av tónleikarum og stuttligt er tí at viðmerkja, at landsliðsfótbóltsleikarin Jan C. Dam hevur skrivað ein av tekstunum á fløguni.

Umframt Jógvan Jón og Frankie, leika hesi við: Ian Leyni: akk./el-guitar, Eystein Johannesen: bass, Jacob Millung; bass, Brandur Jacobsen: trummur, Leivur Thomsen: akk./el-guitar, Lív Mikkelsen: kór, Jens Haack: saxophone, sopransax.

Eyðfinn Jensen og Róin Siggertsson taka sær av tangentum og forritan, umframt at framleiða og leggja tilrættis. Fløgan er upptikin hjá Róin í BigFoot studio í Keypmannahavn.


Góðska

Ein skal leita leingi, um ein ynskir at hitta so nógvar og so góðar tónleikarar á einum stað, sum talan er um á hesi fløguni.

Hetta vala lið av tónlistarfólki hevur megnað at fáa fram eina fløgu, har góðskan er í hásæti. Bæði í tónleiki og ljóðgóðsku og hetta er ivaleyst ein fløga, ið fer at seta dám á summarið hjá mongum.