Steypadagarnir halda fram

Talan er um sannan hondbóltsfagna í Ítróttarhøllini á Hálsi hetta vikuskiftið

Bæði hjá kvinnum og monnum eru steypavinnararnir funnir í dag, men enn eru nógv steyp, sum enn ikki hava funnið sín eigara.

 

Í løtuni spæla mansunglingarnir hjá H71 og StÍF um gullið í teirra aldursbólki, og í morgin eru ikki færri enn átta finalur á skránni. Ivaleyst verður eisini her talan um bæði góðan og spennandi hondbólt, har áskoðararnir gera sítt til at seta dám á høllina.

 

Allar finalurnar í morgin verða stroymaðar á hsf.fo

 

Í dag

Dreingir: 18 kl. 18.00 H71 – StÍF

 

Í morgin:

Gentur 10: kl. 12.50 Neistin – VÍF
Dreingir: 10: 13.30 H71 – VÍF
Gentur: 12: 14.10 EB – H71
Dreingir: 12: 15.00 H71 a – H71 b
Gentur: 14: 15.50 H71 – Kyndil
Dreingir: 14: 16.50 H71 – Tjaldur
Gentur 17: 17.50 Stjørnan – Kyndil
Dreingir 16: 19.00 Kyndil – H71