Hondbóltur: Nú er finalumyndin í steypakappingini við at vera liðugt teknað. Hjá kvinnunum verður tað suður ímóti norður, har VB og Stjørnan hittast í finaluni, meðan Neistin er í mansfinaluni og hittir annaðhvørt KÍF ella H71 1. Hesi liðini spæla seinnu hálvfinaluna í kvøld. Stóri finaludagurin verður 11. februar.
Ikki sjálvskrivaðar
Týskvøldið spældi Stjørnan seg í steypafinaluna hjá kvinnum við at vinna tepurt við samanlagt einum máli á Neistanum. Mikukvøldið skuldi greiða fáast á, um tað var VB ella Kyndil, sum skuldi standa á mótstøðuhálvuni í finaluni. VB hevði betra útgangsstøðið eftir at hava vunnið 26-21 í fyrru hálvfinaluni, men eitt væl stríðandi Kyndil gav vágskvinnum í løtum skarpan gang og vístu, at VB als ikki var sjálvskrivað í finaluni.
Kyndil vann til fánýtis
Tað kanska nervaði VB nakað, at tær høvdu eitt somikið gott útgangsstøði, og hinvegin høvdu kyndlakvinnur einki at tapa og bardust fyri lívinum. Kyndil legði eisini væl út og var á odda við fáum málum í dystarbyrjanini, og var tað eyðsæð, at tær spældu uttan ótta fyri at tapa. Tær vardu frammarliga við 5-1-verjustøðu, har Gurið K. Mortensen hjá VB varð mansvard. Hetta legði nakað av trýsti á VB, sum tó eisini dugdi væl at finna holini í verjuni og spæla bóltin inn á strikuna.
Kyndil var á odda 10-9 í hálvleikinum og eitt skifti í seinna hálvleiki vóru tær bara fáar sentimetrar frá at leggja seg á odda við fýra málum og harvið av álvara leggja trýst á VB. Tá fóru tær úr Kyndli at misnýta nógvar møguleikar, og samstundis sum VB gagnnýtti og svaraði aftur, so fjaraði finaludreymurin hjá Kyndli stillisliga burtur.
Kyndil gjørdi tó eitt hál ímóti dystarenda og vann dystin 26-25, men av tí at VB vann fyrra dystin 26-21, so eru tað tær, sum við samlaðum 51-47 sigri fylgja við Stjørnuni í steypafinaluna.
Neistin favorittur
Eftir at fyrra hálvfinalan var endað við javnleiki 22-22, stóð alt púra opið um hvat av liðunum millum mansliðini hjá Neistanum og H71 skuldu spæla seg í finaluna. Neistin kundi tó valla frásiga sær útnevningina sum favorittur, og við tveimum nýggjum leikarum, teimum báðum Tummas Paula Hanusarsyni og Finni Hanssyni, skuldi ligið væl fyri hjá teimum at spælt seg í finaluna. Hóast hoyvíkingar stríddust mannliga, so stóðu teir ikki greipuvinnarunum mát og máttu lúta 23-26.
Jøvn byrjan
Hoyvíkshøllin var stúvað við áskoðarum, og kundu teir mælsku hoyvíkingarnir fegnast um, at H71 fyrstu løtuna spældu fult upp við Neistan. Tað skuldi tó ikki ganga long løta, áðrenn Neistin vísti tenn og legði seg á odda við tveimum málum. Ein leiðsla, sum teir vardu allan vegin til hálvleiks og vóru á odda 13-11 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. H71 stríddist og var eina løtu bara eitt mál frá Neistanum, men teir bláu stóu stinnari og hildu H71 frá fatinum. Neistin vann dystin 26-23 og við samanløgdum 48-45-sigri eru teir nú í steypafinaluni, har teir annaðhvørt møta KÍF ella H71 1.
KÍF og H71 1 spæla sína seinnu steypafinalu í Hoyvíkshøllini í kvøld kl.19.30. Munurin er at kalla eingin millum liðini, eftir at KÍF vann fyrra dystin 29-28.
albinus@sosialurin.fo