Nú nýtt kappingarár er fyri framman, er endamálið, umframt steypakappingina, at draga saman um farna talvárið 2009/10.
Eftir kappingina verður veitsla, har m.a. Ársins telvari og Ársins stjørnuskot verða kosin. Harafturat verður vakrasta talv frá FM 2010 kosið.
Steypakappingin er skipað soleiðis, at talvfeløgini verða mannaði við 6 telvarum á hvørjum liði. Møguleiki er at melda fleiri lið.
Hetta er 4. árið at væleydnaða tiltakið verður hildið við Gjógv. Klaksvíkingar hava vunnið steypakappingina í 2007 og 2009, meðan Havnin vann í 2008.
Sí nærri um tiltakið á www.faroechess.com