Steyparadio á FM1 í morgin

FM1 sendir steyparadio frá klokkan 15 til 17. Millum annað vitja venjarar, fyrrverandi spælari og viðmerkjari

Í morgin verður serligt steyparadio í samband við at finalan um Løgmanssteypið verður leygardagin. FM1 fær vitjan av venjarunum, fyrrverandi spælari, ið hevur avgjørt júst eina steypafinalu millum NSÍ og B36, og Teitur Joensen fær serliga uppgávu.

 

Í Fótbóltspanelinum, sum er hvønn fríggjadag á FM1, verður gjørt nógv burturúr steypafinaluni, sum verður leygardagin millum NSÍ og B36 á Tórsvølli. Í fyrra tímanum verða gestirnir Bill M. Jacobsen, venjari hjá NSÍ, og Dan Brimsvík, venjari hjá B36.

 

Seinni í tímanum kemur Einar Tróndargjógv eisini á vitjan. Hann bleiv hetjan, tá NSÍ í 2017 vann á júst B36 í steypafinaluni. Tað er einastu ferð, at B36 og NSÍ hava møtst í eini steypafinalu.

 

Í seinna tímanum verður Teitur Joensen gestur. Hann hevur fingið ein serliga uppgávu, har hann umframt at tippa og meta um steypafinaluna, eisini skal seta sínar bestu 11 við spælarum frá bæði B36 og NSÍ.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá steypafinlauni, sum verður leygardagin klokkan 16. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 14.45.