StÍF hava sett venjaran, sum skal taka sær av besta mansliðnum hjá felagnum. Tað er Jónleif Sólsker úr Havn, sum nú flytir úr Kyndli og til StÍF.
Umframt at venja strandingar skal Jónleif Sólsker eisini spæla við, og tað var nakað sum strandingar løgdu dent á, tá teir fóru at leita sær eftir venjara.
Palli Joensen hevur vant StÍF seinnu árini, men hann gavst í seinasta kappingarári.
Venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF verður Johan Danielsen.