Stig tikin fyri at tryggja sjófarleiðirnar

- Vit hava fingið tryggjað tríggjar vikur sigling, hóast verkfall er lýst, sigur fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin hava í dag gjørt nýggjan trý ára sáttmála fyri limir hjá hesum feløgum, sum sigla við Strandfaraskipum Landsins.

 

- Vit hava fingið tryggjað tríggjar vikur sigling, hóast verkfall er lýst, størri fleksibilitet í at skipa arbeiðið og spælireglur fyri arbeiðssteðgi, herundir 48 tíma freist.

 

Tað sigur fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi, nú semingsuppskotið er undirskrivað av pørtunum.

 

- Sum kunnugt hava feløgini kravt stytri arbeiðstíð, úr 98 tímum niður í 91 tímar í tvær vikur. Vit bjóðaðu okkum til at keypa verkfalsrættin fyri hesar sjey tímarnar. Tað hevur ikki eydnast, men tað er nær við.

 

Fíggjarmálaráðið vísir á, at avtalað er, at Svínoy, Fugloy og Skúvoy ongantíð verða raktar av arbeiðssteðgi. Á Skopunar-, Kalsoyar-, og Nólsoyarleiðini er avtalað sigling minst tvær ferðir aftur og fram um samdøgrið og á hinum leiðunum minst eina ferð aftur og fram um samdøgrið í tríggjar vikur eftir, at verkfall er lýst.

 

- Yvir eitt trý ára skeið styttist arbeiðstíðin, meðan Strandferðslan hevur fingið øktan fleksibilitet í at leggja arbeiðsætlanir við tað, at arbeiðstíðin kann verða slitin tvær ferðir um dagin.

 

Tað fyrsta árið verður lønarhækkanin sum hjá øðrum. Annað árið verður lønarhækkanin 0,9%, og triðja árið verður hon 1,0%.

 

- Sum nakað heilt nýtt, sigur fíggjarmálaráðið, eru avtalaðar spælireglur fyri, hvussu farast skal fram, tá arbeiðssteðgur verður lýstur og undir arbeiðssteðgi. Avtalað er fráboðanarfreist 48 tímar til á midnátt.

 

Eisini hava partarnir avtalað, at tá semingsmaður er komin uppí, og hann gevst við semingsroyndum sínum og boðar frá tí - tá skal møguligur arbeiðssteðgur lýsast við 48 tíma freist til á midnátt.

 

- Tað merkir, at fólk ikki noyðast at stúra fyri úrslitinum av einari semingsroynd, tí tey vita, at møguligt verkfall tá skal lýsast við 48 tíma freist til á midnátt.

 

Hetta fegnast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen um, eins og hann fegnast um, at endiliga er eitt veruligt stig tikið til at tryggja sjóvegisfarleiðirnar móti arbeiðssteðgi.