Stilla vika er byrjað

Vikan fyri páskir kallast stilla vika, og hon hevur í øldir hildin at verið heilagasta vikan í árinum við skírishósdegi, Jesu deyða langafríggjadag og Jesu uppreisn páskadag. 

 

 

Vanliga varð fastað frá fastalávint til páskir, og føstan endaði í stillu viku, tá Jesus reið inn í Jerusalem pálmasunnudag, sum er sunnudagurin fyri páskir. Páskirnar eru týdningarmesta høgtíðin kirkjunnar, men siðirnir eru nógv broyttir gjøgnum árini. 

 

 

Axel Tórgarð skrivar í grein á Sprotanum frá 2016, at skírishósdagur, sum í ár er 13. apríl, er til minnis um, at hin heilaga kvøldmáltíðin varð innsett. 

 

 

-Navnið skír, ið merkir reinur, sipar eisini til, at Jesus tváaði føturnar á lærusveinunum. Sagt verður skírisdagur, og í Suðuroy verður dagurin róptur skertórsdagur. Var skírhósdagur góður, kom at vera góður hoyterri, sigur hann. 

 

 

Dagurin eftir skírishósdag eitur langafríggjadagur og hann er til minnis um krossfesting Jesu. 

 

 

-Nógvir vóru siðirnir viðvíkjandi matarhaldi og arbeiðslagi og øðrum hesar dagar. Til dømis kann verða nevnt, at skírhósaftanskvøld løgdu tey stein undir høvdið, at tey skuldu ikki sovna, og langafríggjadag sótu tey við eldsløkking.    

 

 

-Páskaaftan hevur í føroyska álmanakkanum navnið leygardagurin reyði. Tað kemur av, at tann leygardagurin eins og sunnudagar og aðrir kirkjuligir høgtíðsdagar hevur verið skrivaður við reyðum í álmanakkanum. Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir Triduum sacrum, tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir, skrivar Axel Tórgarð.