Stingur í sekkin

Joan Langaard staðfestir, at verður úrslitið av fundinum í Klaksvík í dag, at hon ikki fær fult frípláss í barnagarðinum til sonin, stingur hon í sekkin og so rýmir hon av landinum.

Eg havi boðað skúlanum frá, at verður niðurstøðan í býráðnum ikki mær til vildar má eg gevast í skúlanum alt fyri eitt.
Hon leggur afturat, at so hevur hon heldur onki annað val enn rýma av landinum við børnunum.

Men hon vónar, at úrslitið verður gott, so at hon kann halda fram í skúlanum.

- Eg skuldi annars verða liðug í HF í summar, so eg vóni so inniliga, at eg kann gera skúlan lidnan.

- Men skal tað verða upp á hendan mátan, kann eg gott lova teimum at eg skal rýma beinanvegin, tá ið eg havi fingið húgvuna, leggur hon spotskliga afturat.
Hinvegin hevur verið undir endurútbúgving og hon stúrir eisini fyri, hvussu Almannastovan fer at taka tað, vissi hon gevst í skúlanum nú.

Dreymurin var annars at sleppa í skrivstovulæru onkustaðni. Tað hevði hon eisini góðar vónir um, tí tað gongur rættiliga væl í skúlanum.

- Men eg eri bara komin til ta niðurstøðu, at stakir uppihaldarar eru ikki vælkomnir í Føroyum.

- Vit eru rætt og slætt útskot!

- Og so nyttar lítið at gremja seg um, at tað mangla konufólk í Føroyum. Tað er ikki so undarligt, soleiðis sum støðan er.