Stjóri á Sjóvinnustýrinum settur

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett Hans Johannes á Brúgv sum stjóra á Sjóvinnustýrinum

Hans Johannes á Brúgv er 49 ára gamal og er útbúgvin skipsførari, hevur tikið MBA og fleiri leiðsluskeið. Hann hevur drúgvar royndir sum stjóri frá privata vinnulívinum og frá tí almenna. Hans Johannes á Brúgv hevur millum annað verið sølustjóri og forstjóri á Føroya Fiskasølu, og seinastu 8 árini hevur hann verið stjóri á Vinnuháskúlanum.

Hans Johannes á Brúgv tekur við starvinum 1. januar.