Fyrstu tveir arbeiðsdagarnar í nýggja felagnum hevur Nicolai verið til arbeiðis í Føroyum. Her hava hópatals fundir verið á skránni, og hóast byrjanin kann tykjast strævin, so slær nýggi stjórin fast, at hann ivast ikki í, at Fremad Amager hevur møguleikan at blanda seg millum tey stóru í Danmark. Tí, sum hann tekur til, annars var hann ikki farin í starvið.
- Eg valdi at taka av tilboðnum, tí eg síggi stórar møguleikar í hesum. Eg skilji kanska ikki so nógv føroyskt, men eitt orð, sum gongur aftur og aftur, er potentiali. Og júst hetta er orsøkin til, at eg tók av. Møguleikarnir at gera eitt stórt felag á Amager eru avgjørt til staðar. Ikki mins
Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at styrkja grundarlagið undir felagnum. Ikki minst fíggjarliga skal felagið gerast sterkari. Seinasti almannakunngjørdi roknskapurin sýnir, at samlaði umsetningurin hjá felagnum var góðar 3 mió kr., og hetta er eitt tal, sum skal lyftast, sigur Nicolai.
- Í longdini skulu vit helst upp at takast við tey heilt stóru, og tá eru tað so heilt aðrar upphæddir, sum vit tosa um. Men fyri at halda eitt superligustøði, skulu vit helst upp á 10-15 mió kr. Vanliga verður sagt, at ein uppflyting í sjálvum sær økir umsetningin við einum 5 mió kr., men tað merkir so eisini, at verandi umsetningurin helst skal trífaldast innan rímiliga tíð.