Stjórin í Føroya Banka fær ikki sín vilja

Leiðslan í Føroya Føroya Banka heldur, at skal bankin seljast, skal hann seljast allur sum hann er. Men har fer samgongan ikki at fylgjaráðunum frá bankastjóranum

Einskiljing

? Føroya Banki verður ikki einskildur, allur sum hann er.
Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Landsstýrið legði nakað síðani uppskot fram um at einskilja 20% av Føroya Banka.
Men samgongan læt síðani málið fella burtur og ætlanin er sostatt at taka tað framaftur í næstu tingsetu.
Men, hvussu tað kemur at síggja út tá, hevur samgongan ikki gjørt sær greitt.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at tað var ikki politisk ósemja, sum gjørdi, at málið um at einskilja Føroya Banka, varð tikið aftur.
? Eftir, at málið varð lagt fram, komu nakrir uplýsingar fram, sum gjørdu, at vit hildu at tað var rættast at taka tað aftur, so at tað kundi viðgerast neyvari í samgonguni, sigur hann.
Sostatt ásannar hann, at landsstýrið hevði ikki fyrireikað málið nóg væl og at tað tí í veruleikanum ikki var búgvið at leggja fyri løgtingið. Sostatt varð tað afturtikið.
Hann sigur, at í fyrstu atløgu var tað leiðslan í Føroya Banka, sum átalaði, at Landsstýrið framdi eitt slíkt mál, uttan at leiðsla og nevnd bankans vóru hoyrd, samstundis sum at Fíggingargrunnurin, sum eigur bankan, heldur ikki varð eftirspurdur.
? Samtundis fanst bankaleiðslan at, at uppleggið sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brúkti sum grundarlag fyri einskiljingina var ov gamalt, og at fortreytirnar vóru rættiliga nógvbroyttar, síðani tað varð gjørt.
Jóannes Eidesgard sigur, at harafturat stungu nakrir tekniskir trupulleikar seg upp, eftir at málið varð lagt fram.
? Eftir at málið varð lagt fyri tingið, kom fram, at skulu partabrøvini verða skrásett á virðisbrævamarknaðinum, krevst, at minst 25% av Føroya Banka verður einskildur.
?Verða bara 20% av partabrøvunum í Føroya Banka seld, koma tey bara á skrásetta marknaðin og ikki á virðisbrævamarknaðin.
Løgmaður er ikki heilt greiður yvir, hvønn týdning hetta hevur í veruleikanum, men hann sigur, men landsstýrið vil eisini kanna hendan spurningin nærri.
Og so kom tað eisini fram, at landsstýrið hevði møguliga gjørt ein tekniskt mistak við tað, at málið varð lagt fram sum eitt uppskot til samtyktar.
?Fyrr var tað so, at skuldi landsins ognir seljast, skuldi tað altíð vera talan um eina lógarheilmild. Sostatt er tað komið fram, at helst verður neyðugt at leggja uppskotið um at einskilja Føroya Banka fram sum eitt lógaruppskot og ikki sum eitt uppskot til samtyktar.
Løgmaður sigur, at øll hesi viðurskifti gjørdi, at landsstýrið metti at tað var rætt at lata málið fella burtur hesuferð.
? Sostatt fáa vit høvið til at kanna tað nærri og at fyrireika tað betri til í heyst, tá ið tað so verður lagt fram aftur, sigur hann

Ikki seldur 100%
Men so var tað eisini leiðslan í Føroya Banka sum vísti á, at tað var óheppið, at landsstýrið kunngjørdi at bara 20 % av bankanum skuldi seljast. Bankaleiðslan helt avgjørt, at skal bankin seljast, skal hann seljast allur sum hann er fyri at fáa sum mest burturúr.
? Tað er rætt at bankaleiðslan heldur tað. Men hetta er ein spurningur, sum verður avgjørdur í samgonguni. Og samgongan fer nú at taka støðu til, hvussu stórur partur av bankanum skal einskiljast. Tað verður ein politisk telving í samgonguni, sum kemur at avgera tann spurningin.
? Men har vænti eg ikki, at leiðslan í Føroya Banka fær sín vilja, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað vil siga, at Føroya Banki verður ikki einskildur, allur sum hann er?
? Nei, tað verður hann ikki, staðfestir løgmaður.
Hann sigur, at tað er ongin loyna, at av samgonguflokkunum er tað javnaðarflokkurin , sum er mest ivingarsamur um at einskilja Føroya Banka.
?Í Javnaðarflokkinum havi eg gjørt meg til talsmann fyri, at einskiljing skal ikki vera eitt tabu-evni í flokkinum, tí einskiljing er eitt rák, sum er frammi í tíðini. Og taka vit lut í tí viðgerðini, fáa vit í hvussu so er ávirkan á tey tiltøk, sum verða framd á hesum øki.
? Men vit skulu heldur ikki einskilja, bara fyri at einskilja. Tað skulu verða skilagóðar orsøkir fyri at einskilja. Og eru nakrir fyrimunir við at einskilja, so er rætt at gera tað. Men í hesum sambandi meinar hann eisini við fyrimunir fyri borgaran.
? Spurningurin um einskiljing skal viðgerast frá málið til mál, men tað skal ikki einskiljast fyrilitarleyst, bara fyri at einskilja, tí tað er onki endamál í sær sjálvum.
Men hvussu stórur partur av Føroya Banka verður einskildur, hevur løgmaður onki boð uppá enn.