- Ja, eg má viðganga, at eg havi stutt fjús.
Ronnie Midjord stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann ikki annað enn geva teimum rætt, sum onkuntíð arga hann við, at hann hevur góða tendring.
- Men eg kann so eisini siga, at fjúsið slóknar líka skjótt aftur sum tað festir í, sigur hann.
- Og eg beri aldrin agg, leggur hann afturat.
Ronnie Midjord hevur nú verið í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsið í samfull 40 ár.
- Tá ið eg var liðugur á fólkaskúlanum fór eg í fisk at arbeiða, men síðani fór eg á posthúsið.
- Mín fyrsta arbeiðsdag á Posthúsinum kom eldur í tað og tað brendi mestsum í grund, so vit máttu flyta.
Men í 1973 varð søkt eftir skrivstovulærlingi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað søkti eg, og fekk tað og byrjaði í læru tann 1. mars.
Ein stórur partur av læruni var á Landssjúkrahúsinum, men í 1976 kom eg suður aftur sum skrivstovumaður á sjúkrahúsinum.
Men tvey á seinni varð eg fulltrúði á sjúkrahúsinum og í 1986 varð eg settur í starv sum stjóri.
- Tað eru stórar broytingar síðani eg kom suður aftur í 1976. Tá var ikki so frægt sum ein kopimaskina á sjúkrahúsinum. Einasta kopimaskina nær í námind av okkum var á apotekinum, so hvørja ferð, vit skuldu hava eitt kopi, máttu vit út hagar.
Tað er eisini í hansara tíð á sjúkrahúsinum at Ellis- og Røktareimið varð bygt mitt í sjeytiárunum og longu í 1977 ella 1978 varð bygginevnd sett at byggja nýtt sjúkrahús.
Men tað málið sigldi aftur og fram í fleiri ár og tað var ikki fyrrenn í 1988, at farið var undir arbeiðið.
Men so kom kreppan og av tí sama varð arbeiðið drýggjað og sostatt var tað ikki liðugt fyrrenn í 1995.
Góð tendring
Fyri stuttum var móttøka á Seglloftinum í sambandi við, at Ronnie Midjord hevur havt 40 ára starvsdag.
Ein reyður tráður ígjøgnum fleiri av røðunum var, at Ronnie hevði eitt heitt sinnalag.
Onkur segði, hann hevði stutt fjús. Onkur málbar seg soleiðis, at fjúsið var ongantíð vátt.
Og so var tað ein, ið staðfesti, at Ronnie Midjord var ikki bangin fyri at taka teir bardagar, ið kravdust fyri at varðveita sjúkrahúsið.
Og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum orðaði seg soleiðis, at Ronnie Midjord fýrir ikki fyri at smasja, tá ið hann helt, tað kravdust og hann var heldur ikki bangin fyri at tala roma midt ímod.
Hann sipaði til fortíðina hjá stjóranum sum borðtennisspælari.
Men tað var líka týðiligt, at í hesum føri var tað ikki meint at ligga Ronnie til last. Tvørtur ímóti hildu tey, at tað hevði verið honum, og sjúkrahúsinum, og øllum suðuroyingum, ein dygd, at hann hevði tað lyndi, hann hevði.
Tey vóru nevniliga øll samd í, at í Ronnie Midjord hevur Suðuroyar Sjúkrahús altíð havt ein treytaleysan stríðsmann.
Fleiri søgdu, at nettupp hansara lyndi og medferð hevði hjálpt honum ígjøgnum mangar ringar løtur og var ein høvuðsorsøk til, at Suðuroyar Sjúkrahús varð so frægt, sum tað var, tí hann brúkar alla sína orku at sláa garð um sjúkrahúsið.
Og so hevði hann eisini tann eginleika, at tað kólnaði líka skjótt aftur og so var alt gloymt.
- Eg má nokk viðganga, at tað er nakað um hatta har við fjúsinum. Men tað stingur ikki djúpt og eg gloymi øgiliga skjótt.
- Hinvegin er tað rætt, at eg havi tikið mær rætt til at siga mína meining, og viðhvørt havi eg følt, at tað mátti sigast hart.
Hann sigur, at onkuntíð hevur ágangurin verður stórur serliga frá summum á Landssjúkrahúsinum, tað skerst ikki burtur.
- Og eg havi so eisini fleiri ferðir merkt, at landsins myndugleikar fáa upplýsingar, eg ikki eru samdur í og tá havi eg tilskilað mær rætt til at tala at og at forklára tann rætta samanhangin, eisini so at øll hoyrdu tað - og skiltu tað.
- Summi halda kanska, at eg tosi ov hart. Møguliga er tað eisini kropsmálið, sum ger tað. Tað er bara at hyggja eftir, hvussu suðurlendingar veipa við ørminum. Tað er ikki tí at teir skeldast, ella eru illir, teir tosa bara soleiðis.
- Men eg haldi nú, at samanumtikið er tað politiska forstáilsi fyri sjúkrahúsinum, sum ber frukt, tí í síðsta enda eru tað politikarar, sum eiga avgerðirnar, sama, hvat eg sigi.
- Og har má eg siga, at politikarar úr øllum flokkum hava tikið lógvatak saman um okkara sjúkrahús.
Trygdin hjá suðuroyingum
Men tað skerst heldur ikki burtur, at eg havi altíð brent fyri Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí eg eri sannførdur um, at tað er sjálvt grundarlagið undir lívi og trivnaði í oynni.
- Sjúkrahúsið er trygdin hjá Suðuroyingum, tí hjá okkum er ongin annar máti at hava ein akutta tilbúgving, enn at hava eitt sjúkrahús.
-Vit eru líka langt frá Landssjúkrahúsinum, sum Landssjúkrahúsið er frá Ríkissjúkrahúsinum.
- Og so skerst heldur ikki burtur, at vit hava 120 fólk á lønarlistanum á sjúkrahúsinum og ellisheiminum og vit rinda 53 milliónir í lønum um árið.
Hetta er størsta arbeiðspláss í oynni og tað hevur eisini ein týdning.
- Men tað hava sanniliga eisini verið tungar løtur og vøkunætur, tá ið sparingar hava verið upp á tal og tá ið starvsfólk skulu sigast upp. Viðurskiftini eru smá og vit kennast øll rættiliga væl, so tað hevur verið tungt at siga góðum starvsfólki farvæl.
Á pínumarkinum
Men nú heldur Ronnie Midjord, at sjúkrahúsið er komið niður á pínumarkið.
Hann vísir á, at av játtanini til sjúkrahúsið, fara upp ímóti 85% til lønir og góð 15% fara til rakstur.
- Onkur hevur stúrt fyri, at samfelagið skal líða rentudeyðan. Eg stúri fyri, at sjúkrahúsini líða lønardeyðan, tí nú er onki eftir til rakstur.
Eitt rímiligt býti hevði verið 70%-75% til lønir og 25%-30% til rakstur.
- Eg sá av tilvild ein 80 ára gamlan roknskap fyri Landssjúkrahúsið og har var býtið akkurát øvugt við tað, at 20% av útreiðslunum vóru til lønir og 80% vóru til rakstur.
- Men tað, at býtið er, sum tað nú er, merkir bara, at alt, sum hevur við rakstur at gera, tað veri seg ljós, varmi, heilivágur og matur, er skorið inn a bein og tað eru nógv teir størstu postarnir.
- Oljuna og SEV rokningina hava vit onga ávirkan á – og heiliváginum sleppa vit heldur ikki undan.
Samstundis brúka vit góðar 62 krónur til mat fyri hvønn sjúkling um dagin og tað fæst nokk ikki bíligari.
Ronnie Midjord sigur, at sostatt sær hann ikki fyri sær, at tað ber til at spara meiri, tí teir snøklarnir, sum kunnu vera eftir at spara, gera hvørki frá ella til.
- Ein avleiðing er, at tiltrongdar ábøtur verða útsettar og tað kostar mangt slíkt seinni. Tað er bara at spyrja tey á Landssjúkrahúsið, sum var so niðurundirkomið av væntandi røkt, at tað mundi ikki komið upp undan aftur.
Men Ronnie Midjord sigur, at tað ber heldur ikki til at siga fleiri fólkum upp, tí tað førir bara við sær, at meiri arbeiðið verður lagt á tey, sum eftir eru, so tað verður ikki spard ein króna við at siga fleiri fólkum upp.
Men skuldi onkur hugsa um at spart við at niðurlagt laboratoriið, ella okkurt annað lið í tilbúgvingini burtur, er bara at gloyma tað sum skjótast.
- Verður bara eitt lið skorið burtur, fellur øll tilbúgvingin saman og so er sjúkrahúsið liðugt.
Sær svart út
Tí heldur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at tað verður ein ómetalig uppgáva at fremja politisku ætlanina um at spara 50 milliónir í heilsuverkinum hesi næstu fáu árini.
- Eg veit ikki, hvar tað skal koma frá. Sjálvt um tey niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús, ber ikki til at spara so nógv.
- Tað kostar einar 60 milliónir um árið at reka Klaksvíkar Sjúkrahús. Men verður sjúkrahúsið lukkað, verður sparingin ikki 60 milliónir, men kanska bara einar 15-20 milliónir, tí verður arbeiðið ikki gjørt í Klaksvík, skal tað bara gerast í Havn ístaðin, sigur Ronnie Midjord.
Tað sigur eitt sindur um avbjóðingina at spara 50 milliónir í einum heilsuverkið, sum longu frammanundan er tað bíligasta upp á seg í øllum Norðurlondum, sambært Valcon frágreiðingini, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani.
- Føroyska Heilsuverkið er kanska ikki so galið, tí vit hava ein hin hægsta livialdur í verðini og nøgdsemiskanningar vísa, at yvir 90% sv sjúklinginum eru nøgdir við tænastuna, tey fáa í Heilsuverkinum.
Kortini heldur Ronnie Midjord, at viðgerðir verða dýrari og dýrari og vit kunnu koma í eina støðu, har vit skulu velja, hvørjar viðgerðir, vit skulu bjóða okkara borgarum. Tað verður ein tung avgerð at taka hjá tí, sum skal taka hana, men vit kunnu koma í ta støðu, at vit skulu seta eitt mark.
Nógv og gott samstarv
Vit hoyra vit javnan og savnan um, hvussu illa sjúkrahúsini samstarva. Hvørja ávirkan hevur tað á heilsuverkið?
- Vit hoyra javnan og savnan politikarar tosa um samstarvstrupulleikar. Men veruleikin er ein heilt annar, tí støðan er tann, at vit hava ótrúliga nógv samstarv á nógvum økjum og tað gongur fyrimyndarligt, sigur Ronnie Midjord.
Hann sigur, at nú er tað enntá fest á blað, hvussu hetta samstarvið skal vera framyvir.
Hinvegin ásannar hann, at enn er tað eitt sindur torført at fáa læknar at ferðast ímillum sjúkrahúsini.
- Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá yngri læknum, sum hava hús og heim, at ferðast ímillum.
Hinvegin ásannar hann eisini, at eitt kundi verið betur og tað er, at sjúkrahúsini senda sjúklingar ímillum sín.
- Á Suðuroyar Sjúkrahúsi kundu vit skurðviðgjørt einar 300 sjúklingar afturat um árið, uttan at tað kostaði heilsuverkinum eina krónu eyka.
- Tað ræður bara um at brúka tað orkuna, vit hava, til fulnar.
Men úrslitið av tí hevði verið, at nógvir bíðilistar á Landssjúkrahúsinum vórðu munandi styttir.
Nú hava vit so eina skipan, har læknar av Landssjúkrahúsinum koma regluliga suður at arbeiða.
- Tað er ein skipan, sum riggar serstakliga væl.
Ronnie Midjord er sannførdur um, at hetta, at vit koma í samband við hvønn annan og fara at kenna hvønn annan, fer at bøta enn meiri um samstarvið.
Men hvussu sært tú framtíðina hjá sjúkrahúsinum. Øll gremja seg um at tað ber ikki til at fáa læknar og hjá einum lítlum sjúkrahúsið sum í Suðuroy, fer tað at verða heilt ómøguligt?
- Hatta havi eg hoyrt í 30 ár, men tað hevur altíð borið til og vit hava sjáldan verið so væl stødd við læknum, sum akkurát nú við tað, at fyri fyrstu ferð hava vit eisini ein medisinskan yvirlækna, sum harafturat er hjartalækni.
- Eg vænti ikki at tað fer at verða ein trupulleiki, tí tað eru altíð læknar, sum koma upp í árini og sum ikki tíma at koyra so nógv á longur, og so leita teir sær á eitt líti sjúkrahús, sum hetta.
Hinvegin heldur Ronnie Midjord, at tað verður neyðugt at leggja onkra sergrein í á smáu sjúkrahúsunum. Men tað ber væl til at finna eina sergrein, sum liggur sera væl fyri á smáu sjúkrahúsið. Eitt nú hava vit ein serlækna í hjartasjúkum og tað hevði verið sjálvsagt at lagt sergreinina í Suðuroy. Og so hava vit eisini einasta urolog í landinum, so tað skuldi borið væl til at lagt eina sergrein á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Ikki 10 ár afturat
Nú hevur tú havt 40 ára starvsdag og tú ert enn í góðum árum, skalt tú eisini hava 50 ára starvsdag á Sjúkrahúsinum
- Nei, tað verður tað ikki, er hann skjótur at svara.
Hann sigur, at starvið hevur kravt so nógv, at hann hevur ikki havt stundir at vera tað fyri familjuna, sum hann hevði viljað.
Tí kundi hann hugsað sær nøkur góða ár afturat, sum pensjónistur, har familjan skal raðfestast fremst.
Men fráfaringardagin hevur hann kortini ikki ásett enn..