Stjørnan aftur fremst

Stjørnan vann trygt á Kyndli sunnudagin, og er nú aftur á odda í bestu kvinnudeildini

Hóast tað eina løtu stóð nógv á hjá Stjørnuni, so eydnaðist tað teimum at endurvinna oddasessin í deildini, tá tær smurdu Kyndil av sunnudagin.

Endaliga úrslitið gjørdist 22-32, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 11-15

Stóri málslúkurin hjá Sjørnuni var hesaferð Vesna Tomajek, sum skeyt heili 12 av stjørnumálunum, meðan Ann Hansen skeyt 8 mál fyri heimaliðið


Ein annar dystur varð eisini leiktur sunnudagin hjá kvinnunum, og var hesin í Vági.

Har eydnaðist heimaliðnum at vinna 32-21 á uppflytarunum úr Sóljuni, og við hesum heldur VB fast um positivu byrjanina, sum liðið hevur fingið upp á kappingarárið.

Fyri heimaliðið skutu tær báðar, Reegina Radó og Andrea Lütz, 8 mál hvør, meðan litaviski stórskjúttin hjá Sóljuni, Simona Dzikgyte, fekk 12 av gestamálunum