Stjørnan á finalu- kós

Alt meira bendir á, at Stjørnan megnar at halda fast og røkka í FM-finaluna ímóti Neistanum, meðan VB-kvinnurnar koma at sita eftir við bronsuni. Í øllum førum var eingin slingur í valsinum hjá klaksvíkskvinnum, tá botnliðið Tjaldur vitjaði í KÍ-høllini í gjárkvøldið.

Hilmar Jan Hansen

Eftir fyrstu trilvandi fimm minuttirnar setti Stjørnan seg tungt á dystin og hevði longu í hálvleikinum vunnið seg 10 mál framum. Sum seinni hálvleikur leið, bara øktist munurin, so tað endaði við einum greiðum stórsigri til Stjørnuna.
Eitt sindur løgið at ímynda sær, at júst hesi bæði liðini fyri einum ári síðani spældu steypafinalu og undan tí tvey ár á rað spældu FM-finalur. Men meðan Stjørnan sá skerd út við ársbyrjan, hevur liðið spælt seg veruliga upp, og hinvegin hevur somuleiðis skerda Tjaldur snøgt sagt ikki havt liðið til at standa seg frægari.
Nú bara tvey umfør eru eftir av landskappingini, er Stjørnan tvey stig og nógv mál framman fyri VB, umframt at hava staðið seg betur í innanhýsis dystunum teirra millum, so skal VB sleppa framum, skulu vágskvinnur vinna teir báðar írestandi dystirnar og Stjørnan tapa sínar báðar. Fáur man trúgva, at tað fer at henda!

Stjørnan: Corina Demeterca 7, Ella Petersen 5, Simona Petersen 5, Bára Skaale Klakstein 4, Annika Ljósstein 4, Una Olsen 4, Judit Hansen 3, Lovisa Lassen 3, Rosa Lassen 2, Anna Jakobsen 1
Tjaldur: Adina Petrea 9, Ansy Sevdal 5, Barbara Nygaard 2, Sólfríða Pattinson 2, Dania S. Poulsen 2, Rannvá Jacobsen 1, Alina Olrau 1

hilmarjan@sosialurin.fo